Arbeiðseftirlitið kannar trygdina á fiskavirkjum

Tíðindaskriv frá Arbeiðseftirlitinum

Seinast Arbeiðseftirlitið gjørdi tílíka kanning blivu 27 virkir kannaði. Av teimum blivu eini 7 ákærd fyri brot á Arbeiðsumhvørvislógina, tí tey høvdu so álvarsamar manglar við trygdini


Arbeiðseftirlitið fer nú undir eitt átak, sum hevur til endamáls at kanna trygdina á fiskavirkjum. Frá seinnu hálvu av september fara eftirlitsfólk hjá Arbeiðseftirlitinum at vitja fiskavirkir.
Sambært arbeiðsumhvørvislógini skal arbeiðsgevarin syrgja fyri, at trygdin hjá starvsfólkunum er í lagi, tá arbeitt verður við útbúnaðinum (skrædlarar, avhøvdarar, flakamaskinur v.m.). Eisini verður kravt, sambært kunngerð nr. 102 ?Um aldursmark at passa ávísar maskinur á flakavirkjum v.m.?, at skeltir eru sett á viðkomandi maskinur sum upplýsa um, at arbeiðarin skal lúka kravið um 17 ára aldursmark.
Virkir, sum kunnu vænta sær vitjan av Arbeiðseftirlitinum, eru fiskavirkir sum heild, tvs. laksavirkir, flakavirkir umframt virkir ið gera fiskafars, fiskafóður v.m.
Tað er eingin loyna, at tað verður farið heldur tilvildarliga um persónligu trygdina á nógvum fiskavirkjum. T.d. er ikki altíð nøktandi maskinvernd, har hon eigur at verða. Stundum kann staðfestast, at maskinverndin er tikin vekk fyri at spara tíð og økja um effektivitet, hóast henda vernd skuldi verið ein sjálvfylgja fyri virkið og einstaklingin í royndini at verja seg móti arbeiðsóhappum.
Arbeiðseftirlitið veit um arbeiðsóhapp á fiskavirkjum, har fólk eru komin álvarsliga til skaða tí trygdarviðurskiftini ikki vóru í lagi. Hinvegin veit Arbeiðseftirlitið eisini, at fólk kunnu hava ilt við at góðtaka trygdarviðurskiftini, tí hesi skulu vera ein bági í arbeiðinum.
Eftirlitsfólkini fara, uttan at boða frá frammanundan, at vitja fiskavirkir kring alt landið. Kannað verður um hóskandi maskinvernd verður nýtt. Harafturat verður m.a. kannað um neyðsteðgarar eru, har teir upprunaliga eiga at vera, og um hesir virka sum fyriskrivað.
Um maskinvernd, neyðsteðgari o.l. eru sett upp, og virka sum tey eiga, fær virkið skriv frá Arbeiðseftirlitinum um at útgerðin er í lagi. Eru viðurskifti við trygdini ikki heilt sum tey skulu verða, fær virkið skrivliga boð um at fáa hesi í rættlag innan ávísa tíð. Um Arbeiðseftirlitið hinvegin staðfestir, at trygdarútgerð beinleiðis er tikin vekk, eitt nú at skermur er tikin av maskinu fyri at spara uppá tíð og/ ella økja um effektivitet, verður hetta mett sera álvarsamt. Málið verður tá sent beinleiðis til fútan, sum so tekur støðu til at reisa ákæru móti arbeiðsgevaranum. Arbeiðsgevarin kann tá vænta sær bót, sum fútin ásetur við sektaruppskoti. Verður bótin ikki goldin, endar málið í rættinum.
Hugsast kann eisini, at arbeiðsgevarin hevur sett trygdarútgerð upp, sum kortini ikki verður nýtt. Í slíkum føri kann eisini starvsfólk verða ákært, um tað ikki aktar givin boð.
Tá ið Arbeiðseftirlitið kemur á vitjan, verður, sambært arbeiðsumhvørv-islógini, heitt á umboð fyri leiðslu og trygdarumboð um at verða til staðar með-an sýnað verður.