Arbeiðið elvir til 1.000 krabbatilburðir á hvørjum ári

Ein donsk kanning vísir, at vánaligar arbeiðsumstøður elva til umleið 1.000 krabbameinstilburðir á hvørjum ári

Ein donsk kanning vísir, at vánaligar arbeiðsumstøður elva til umleið 1.000 krabbameinstilburðir á hvørjum ári, og umleið 700 av hesum tilburðum føra til deyða, metir Jørgen H. Olsen, yvirlækni á Institut for Epidemiologisk Kræftforskning í Danmark.

 ­ Tað finnast fleiri evni á donskum arbeiðsplássum, ið vit vita eru krabbameinselvandi, sigur Jørgen H. Olsen við danska blaðið Information.

Karbbameinstilburðirnir, ið vanliga kunnu sporast aftur til arbeiðsumhvørvið, eru fyrst og fremst karabbameinstilburðir í andaleiðini. Lungnakrabbi er nógv tann størsti parturin.

Hóast sjúkurnar eru elvdar á arbeiðsplássunum, ber illa til at fáa endurgjald. Orsøkina til hetta heldur Jørgen Olsen millum annað vera, at læknar ikki gera nóg mikið við at skráseta krabbameinstilburðir sum arbeiðsskaðar.

­ Læknarnir eiga at gerast betri til at hugsa um talan ikki kann vera um arbeiðselvdar krabbameinstilburðir. Er talan um hetta, eiga teir at skráseta tilburðirnar, sjálvt um illgrunin ikki er so ógvuliga væl grundaður, sigur Jørgen H. Olsen.