Arbeiðaraflokkurin nú triðstørstur í Noregi

Tað er ikki serliga hugaligt hjá norska forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg, at lesa tær politisku meiningakanningarnar, og tann seinasta er tann ringasta í langa tíð. Eftir henni hevði Arbeiðaraflokkurin hjá forsætisráðharranum fingið 22,1 prosent av atkvøðunum, hevði stórtingsval verið nú. Tað er fýra prosentstig minni enn í einari tilsvarandi kanning fyri tveimum mánaðum síðani.

Tað er at kalla tað sama sum framgongdin hjá tí borgarlig Høgra. Kanningin gevur flokkinum 28,3 prosent, sum er 3,5 prosentstig meiri enn í juni.

Samstundis má Jens Stoltenberg staðfesta, at nú er Framburðsflokkurin eisini størri enn Arbeiðaraflokkurin. Framburðsflokkurin hevði fingið 23,4 prosent, um val var nú.

-Hetta er álvarssamt. Kanningin staðfestir gongdina í seinastuni, og sjálvt um meiningakanningar ikki altíð eru álítandi, hava vit nú havt ov nógvar kanningar við vánaligum úrsliti fyri Arbeiðaraflokkin, sigur Jens Stoltenberg við Aftenposten.