Javnstøða
Við einum kynsbýti upp á 90,4 prosent mannfólk og einans 9,4 prosent konufólk á Føroya Løgtingi hevur demokratiið í Føroyum spælt fallit. Soleiðis stendur at lesa í fororðunum í 82 síðu langa álitinum hjá Demokratia, sum í gjár varð handað Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, og sum í dag varð lagt fram á tíðindafundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Og at døma út frá hagtølum frá heimsins parlamentum, so stendur illa til her heima við politisku javnstøðuni.
Eitt yvirlit yvir kvinnuliga umboðan í parlamentum runt um í heiminum avdúkar, at sjálvt arabiski heimurin, ið ikki júst er kendur fyri at leggja dent á javnstøðu, liggur frammanfyri Føroyar.
Norðurlond, ið vit vanliga sammeta okkum við, liggja fremst við 41,6 prosentum. Hetta er meiri enn fýra ferðir so nógv sum á Føroya Løgtingi, har bert 9,4 prosent eru kvinnur.
Amerikansku heimspartarnir koma á øðrum plássi, har næstan fimti hvør limur – svarandi til 19,4 prosent – eru kvinnur.
Beint aftanfyri Amerika liggja OECD londini í Evropa, har 19 prosent av tinglimunum eru kvinnur.
Næst á listanum er Afrika við 17 prosentum, Asia við 12,6 prosentum, arabisku statirnir við 9,4 og Føroyar liggja altso niðri á 9,4 prosentum.
Mynd
Fakta
Yvirlit yvir umboðanina av kvinnum í parlamentum runt heimin:
Prosent
Norðurlond 41,6
Amerika 19,4
Evropa (OECD-londini) 19,0
Afrika 17,0
Suður Asia 12,6
Arabisku statirnir 9,5
Føroyar 9,4
(kelda: www.ipu.org)
Betri útlit
Tað er torført at meta um úrslitið av nevndararbeiðinum, men reaktiónirnar frá politisku flokkunum hava sum heild verið positivar, skrivar Demokratia í álitinum og kemur við hesi staðfesting: »Fleiri flokkar hava meldað alment út, at teir ætla at syrgja fyri javnstøðu á uppstillingarlistunum – fleiri flokkar hava praktiserað javnstøðu í uppstillingini í sambandi við fólkatingsvalið 13. november 2007 – ttveir flokkar hava meldað alment út, at teir í framtíðini ætla at tryggja javnstøðu í landsstýrinum – fleiri flokkar eru byrjaðir at arbeiða við javnstøðustrategi innanfloks – ein flokkur hevur lagt uppkot á ting um, at Demokratia skal halda fram við virksemi sínum í 2008. Uppskotið varð samtykt 20. november 2007.«
Víðari skrivar Demokratia: »Eitt mátbært úrslit kann av góðum grundum tó ikki síggjast, fyrr enn løgtingsvalið hevur verið í januar 2008 og kommunuvalið í heyst 2008. Tó metir nevndin, at fólkatingsvalið 13. november 2007 kann síggjast sum eitt parametur fyri hugburðsbroyting viðvíkjandi kvinnuumboðan í politikki, bæði hjá politisku flokkunum og hjá veljarunum – sjálvt um úrslitini ikki beinleiðis kunnu flytast yvir á eitt løgtingsval. Tað er heldur ikki lætt at meta um, hvussu umfatandi ávirkanin av Føroyum sum eitt valdømi fer at hava á valúrslitið hjá teimum kvinnuligu valevnunum. Sambært altjóða gransking tykist møguleikin tó at vera øktur við einum valdømi.«










