Aquatherm nýtt í Føroyum

P/F Demich er við á North Atlantic Fish Fair og hevur m.a. eina nýggja vøru í Føroyum at sýna fram, nevniliga Aquatherm, ið eru rør við hentum eginleikum, sum til dømis at tey ikki rusta

Demich er ein av gomlu fyritøkunum í Føroyum innan HVS. Í samband við Fish Fair vónar fyritøkan at koma í samband við fyritøkur innan fiskivinnuna. Demich hevur frammanundan nógv arbeiði á skipum, men vónar eisini at koma í samband við t.d. flakavikrir.
Aquatherm
Har er ein nýggj og spennandi vøra í miðdeplinum, tí Demich er einaumboð í Føroyum innan Aquatherm, sum eru rør, sum eru nýggj í Føroyum, og sum hava eginleikar, sum eru til gagns hjá eittnú flakavirkjum. T.d. rusta tey ikki, tí tey eru úr plasti.
Tað er altíð torført at spáa um, hvat ein fær burturúr at fara við á ymsar messur. P/F Demich hevur tikið lut á messum áður, men P/F Demich hevur ikki verið við á Fish Fair áður, og tí eru menn spentir uppá, hvussu fer at gangast. Men í hvussu er vónar fyritøkan, at viðkomandi sambond verða knýtt.
Gomul fyritøka
P/F Demich er gomul fyritøka í Føroyum innan HVS. Tann 27. januar 1960 var Fa. Demich stovnað, og felagið varð umskipað til partafelag tann 17. februar 1971.
Tað vóru Johannes C. Michelsen (Lill) og Óli F. Debess, ávíkavist stjóri og blikksmiðjur, sum stovnaðu felagið. Harav kemur navnið Demich: (DE-bes og MICH-elsen).
Fyritøkan hevur hildið til í Havn, men í 2001 keypti fyritøkan ein bygning í Vági og hevur nú eisini eina deild í Vági.