Á tíðindafundi fer Apple at leggja fram minst tvær nýggjar telefonir. Talan er um iPhone 8 og 8 plus.
Tær nýggju telefonirnar eru úr glasi bæði framman og aftan, hava ein sterkari prosessor, betri kamera, betri hoytalarar og annað.
Tíðindini verða borin fram av varastjóranum fyri marknaðarføring, Phil Schiller, í nýggju høvuðsstøðini hjá Apple í Kalifornia.
Roknað verður eisini við eini triðjari nýggjar iPhone, sum tó enn ikki er løgd fram enn.
Telefonin er stóra flaggskipið hjá Apple. Felaið, sum skapti konseptið "smartphones" – á føroyskum "snildfone", seldi í 2016 iPhone'ir fyri 136,7 milliardir dollarar – ella 852,3 milliardir krónur. Seldar vóru tilsamans 211,9 milliónir telefonir.
Bæði sølan og talið var tá munandi minni, enn tað var í 2015, tá seldar vóru 231,2 milliónir iPhones.
Apple hevur tó trýst marknaðin fyri snildfonir nógv.
Fyrr í ár var felagið yvirhálað av Huawei og troðkað niður á triðjaplássi á marknaðin, har Samsung nú er ovast.
/ritzau/










