Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni

Jákup Mikkelsen, løgtingslimur
------

Renna vit nú undan ábyrgdini at minka almenna raksturin og ístaðin senda enn størri rokningar til tað privata og vinnuna, so útseta vit eina pínu, sum okkara samfelag kortini ikki sleppur undan, men upptøkan verður bara uppaftur størri seinni.
Uppgávan er alt annað enn løtt, sum politiska mynduleikin í løtuni stríðist við, og tí er serliga stórur vandi fyri, at politikarar velja at leypa upp um garðin, har hann er lægstur, heldur enn at taka tarvin við hornunum.
Menniskjaliga og kensluliga kann ein skilja, at politikarar lata seg lokka til at hækka skattir og gjøld meira, heldur enn at gera neyðugar skerjingar í útreiðslunum hjá tí almenna, tí tað krevur styrki, men búskaparliga er tað ikki forsvarligt at lata tað almenna halda fram at vaksa upp um eina stødd, sum okkara samfelag orkar at bera og so bara senda rokningar uppá 100 mió. kr til tað privata og vinnuna.
Tað má verða samanhangur
Verandi ósemja millum samgonguflokkarnar er ógvuliga prinsippiell.
Á aðrari síðuni hevur vit Javnaðarflokkin, sum góðtekur, at tann almenni raksturin verður verandi tann sami ella heldur fram at vaksa, og fyri at fáa tann politikkin at hanga saman, mugu enn fleiri rokningar sendast privatu húsarhaldunum og vinnulívinum, sum frammanundan hava nóg mikið av rokningum at gjalda.
Á hinari síðuni heldur Fólkaflokkurin fast um, at tað er neyðugt at halda meira aftur í almennu útreiðslunum, tí annars verða rokningarnar til tað privata og vinnulívið alt ov stórar, og tað hongur heldur ikki saman at senda rokningar til hini, fyri sjálvur at sleppa undan at gera neyðugar sparingar.
Fólkaflokkurin er gingin við til eitt kompromis, sum er, at skulu fleiri rokningar sendast út til tað privata, so má tað almenna samstundis bera sín part, við sjálvt at spara minst líka nógv í sínum rakstri.

Skilagóðar sparingar
Tað verður skotið Fólkaflokkinum í skógvarnar, at vit ynskja at gera náðileysar sparingar, sum fara at oyðileggja samfelagið, men slíkir pástandir hava púrt einki samband við veruleikan og hava bert til endamáls at seta fólkaflokkin í ringt ljós og at flyta focus.
Fólkaflokkurin hevur ongar ætlanir um, at sparingarnar innan tað almenna skulu raka tær primeru heilsutænasturnar, tí flokkurin ynskir ikki, at tey veiku og tey sum hava brúk fyri heilsubót verða rakt av neyðugu skerjingunum.
Men flokkurin hevur víst á, at vit sleppa ikki undan at gera skerjingar í almenna rakstrinum, fyri at sleppa burtur úr tí stóra hallinum á fíggjarlógini, og tí er neyðugt at vit sum sita við ábyrgd – um vit vilja tað ella ikki – at fara inn og hyggja at rakstrinum av okkara almennu stovnum og fyrisitingum.

At bíða við sparing - tað er eirindaleyst
Velur politiski mynduleikin at stinga høvdið í sandin og bíða við neyðugum almennum sparingum, so er nevniliga størri vandi fyri at føroyska samfelagið verður niðurlagað, tí tá verður tað privata í enn størri vanda fyri at hoykna undan av stóru eykarokningunum frá landskassanum. Hórar vinnulívið ikki undan verður svangligt í samfelag okkara.
Renna vit nú undan ábyrgdini at minka almenna raksturin og ístaðin senda enn størri rokningar til tað privata og vinnuna, so útseta vit eina pínu, sum okkara samfelag kortini ikki sleppur undan, tí øll vita, at privatu húsar¬haldini og stórur partur av vinnuni hava ikki ráð til at gjalda meira skatt. Taka vit ikki neyðugar avgerðir nú, verða tað onnur sum taka avgerðirnar fyri okkum seinni og tað verða ikki mjúkir kostir!