- Verið heilsaði heimsborgarar. Hetta eru eini boð um Operation Seaworld. Aftur skemt! Anonymous hevur einki móti Føroyum. Upplýsingarnar frá youtube kanaluni eru goymdir. Um DDOS álopini móti føroyskum síðum ikki steðga, so er kríggj. Vit hava tínar persónligu upplýsingar. Teir verða liknir um tú ikki steðgar. Vit eru Anonymous.
Vit eru ein rúgva.
Vit fyrigeva ikki.
Vit gloyma ikki.
Vænta okkum!
Tað er boðskapurin í einum nýggjum sjónbandi, ið er lagt út á youtube av einum brúkara, ið kallar seg Anonymous Faroe Island.
Í gjár boðaði annars ein annar brúkari, ið segði seg vera Anonymous, at kendi bólkurin stóð aftanfyri einum DDOS álopi á føroyskar heimasíður fríggjadagin og leygardagin.
Tá var millum annað Portalurin álopin, og var síðan óvirkin til tíðir fríggjakvøld og leygarmorgun. Stjórin á Portalinum, Niklái Nysted, metti tá ikki, at talan var um Anonymous, men heldur onkran einstakling.
Trýst á pílin ovast í myndini, so síggja tit sjónbandið.










