Annika Fríðheim Petersen stórspældi, serliga í fyrra hálvleiki og hevði 17 bjargingar í málinum tá lið hennara, Haukar vunnu ein framúr góðan 34-27 sigur á verandi meistarunum, KA/Þór.
Tað gekk serliga væl hjá Anniku í fyrra hálvleiki. Í fyrra hálvleiki hevði Annika eitt bjargingarprosent uppá 58 prosent sambært Vísir. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað at halda munin.
Tíverri skoraði Natasja Hammer einki mál fyri Haukar í dag.
Annika, Natasja og hinar hjá Haukum spæla aftur dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini 8. januar. Tá spæla Haukar á útivølli móti Afturelding.
| Lið | Dystir | Mál | Stig |
| Fram | 10 | 274:240 | 17 |
| Valur | 9 | 254:193 | 16 |
| KA/Þór | 9 | 245:242 | 11 |
| Haukar | 10 | 276:266 | 11 |
| Stjarnan | 10 | 255:257 | 8 |
| HK | 10 | 227:250 | 7 |
| ÍBV | 7 | 180:183 | 4 |
| Afturelding | 9 | 187:267 | 0 |











