Annika eygleiðir gylta lógvatakið

- Eg fái ikki blandað meg upp í málið. Hatta er avgerðin hjá stjóranum. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú fíggjarliga sperda Almannaverkið letur starvsfólki 712.000 krónur afturfyri at fara til hús

Tvær ferðir í summar er Annika Olsen farin í løgtingið eftir fleiri pengum til Almannaverkið. Fyrruferð var í mai, tá landsstýriskvinnan bað um góðar fýra milliónir krónur, ið skuldu brúkast til at taka broddin av fráboðaðu sparingunum innan Almannaverkið. Seinna umbønin um eykajáttan, hesaferð góðar seks milliónir, liggur í løtuni í løgtinginum.
Samstundis hevur Almannaverkið gjørt fráfaringaravtalu við depilsstjóran fyri Eldradepilin. Avtalan, ið verður grundgivin við bygnaðarbroytingum, merkir reelt, at Gunnleyg Durhuus er fríttstillað úr sínum starvi, men fær kortini 712.000 krónur í løn úr Almannaverkinum næstu umleið 14 mánaðirnar.
Fráfaringaravtalan, ið Gunnleyg Durhuus og Eyðun Mohr Hansen hava undirskrivað, er dagfest 3. september. Aðalstjórin í Almannamálaráðnum undirskrivaði fráfaringaravtaluna, tí hann samstundis er virkandi stjóri fyri Almannaverkið.
Bara tveir mánaðir frammanundan, hin 5. juli, undirskrivaði Eyðun Mohr Hansen eina líknandi fráfaringaravtalu við Petru Johnsdóttir Joensen.. Ein avtala, ið somuleiðis reelt fríttstillaði stjóran, men kortini gav henni umleið 700.000 krónur í løn.
Meðan Petra Johnsdóttir Joensen varð koyrd úr starvi, so er gylta lógvatakið til Gunnleyg Durhuus pakkað inn í grundgevingina at vera bygnaðarbroytingar.

Ábyrgdin
Sum landsstýriskvinna í almannamálum hevur Annika Olsen evstu ábyrgdina av Almannaverkinum.
Men Annika Olsen hevur lítlan ella ongan hug at leggja seg út í gyltu lógvatøkini á fíggjarliga sperda Almannaverkinum. Landsstýriskvinnan sigur seg tó hava biðið um eina frágreiðing frá virkandi stjóranum á Almannaverkinum. Eyðun Mohr Hansen er sum kunnugt eisini aðalstjóri í Almannamálaráðnum, og hevur hann røkt bæði størvini síðani fyrst í juli. Um vikuskiftið fekk Eyðun Mohr Hansen boð um, at hann næstu tíðina fult og heilt skal savna seg um stjórastarvið í Almannaverkinum, meðan Johnhard Klettheyggj fyribils røkir aðalstjórastarvið.
- Eg fekk eina kunning frá Eyðun Mohr Hansen. Hann greiddi mær frá, at fráfaringaravtalan er gjørd eftir einum leisti, sum áður er brúktur í Almannaverkinum, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan undirstrikar í sama viðfangi, at fordømið, ið legði leistin fyri fráfaringaravtaluna hjá Gunnleyg Durhuus, er ikki stjórin Petra Johnsdóttir Joensen.
Gylta lógvatakið til Gunnleyg Durhuus kom tó ikki heilt óvæntað á Anniku Olsen. Landsstýriskvinnan váttar, at hon varð kunnað um, at Eyðun Mohr Hansen hevði í umbúna at gera eina fráfaringaravtalu.
- Jú, eg var kunnað um, at virkandi stjórin arbeiddi við bygnaðarbroytingum, og at hann í tí sambandi arbeiddi við at gera eina fráfaringaravtalu. Men eg kendi ikki innihaldið í fráfaringaravtaluni, og eg fór heldur ikki inn í málið, sigur Annika Olsen ídag.
Landsstýriskvinnan í almannamálum vísir ferð eftir ferð á, at avgerðin og ábyrgdin liggur hjá stjóranum.
- Eg havi ikki heimild at taka stjóran av ræði, og eg fari heldur ikki inn í eitt tílíkt mál, sigur Annika Olsen.
Hon vísir tó á, at tað alla tíðina hevur verið ætlanin, at eldraøkið skuldi flytast út til kommunurnar at umsita.
Við Sosialin í síðstu viku segði Eyðun Mohr Hansen, at Gunnleyg Durhuus arbeiddi við eldraøkinum í gamla bygnaðinum, og tí varð hildið at vera natúrligt, at hon helt fram í nýggja bygnaðinum.
- Men nú haldi eg, at tíðin er búgvin til, at Eldradepilin verður integreraður í Menningardepilin, segði Eyðun Mohr Hansen.
Bygnaðarbroytingarnar komu í gildi 15. oktober í fjør, og tí fekk Gunnleyg Durhuus bara smáar 11 mánaðir sum depilsstjóri í nýggja bygnaðinum, áðrenn hon varð koyrd til hús við gyltum lógvataki.
Men hví var tá rætt at seta Gunnleyg Durhuus sum stjóra fyri Eldradepilin fyri 11 mánaðum síðani, tá sami Eldradepil í dag verður mettur óneyðugur at hava?
- Tá mettu vit tað ikki vera rætt at integrera Eldradepilin í Menningardepilin. Eg haldi í hvussu er, at nú er løtan rættari, segði Eyðun Mohr Hansen við Sosialin 6. september.

Signalvirðið
Annika Olsen hevur lítlan hug til yvirhøvur at gera viðmerkingar til gylta lógvatakið, sum virkandi stjórin á Almannaverkinum gav einum depilsstjóra aftur fyri at fara til hús. Hon vil heldur ikki svara, um hon sum landsstýriskvinna heldur tað vera í lagi, at fíggjarliga sperda Almannaverkið brúkar fleiri enn 700.000 krónur til at senda eitt fólk til hús.
- Tað má almenningurin gera sær sínar metingar av. Sum landsstýriskvinna kann eg ikki blanda meg upp í málið, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan vil bara hyggja frameftir.
- Generelt haldi eg, at vit mugu taka upp allan problematikkin við fráfaringaravtalum. Slíkar avtalur verða av og á brúktar, og avtalurnar eru sjálvandi eitt amboð at brúka. Men helst áttu vit at fingið greiðar reglur og mannagongdir, ljóðar svarið frá Anniku Olsen.



Fakta:
Gunnleyg fær 712.000 krónur
Fráfaringaravtalan gevur Gunnleyg Durhuus løn til og við apríl mánað næsta ár. Tilsamans átta mánaðir. Hetta tíðarskeiðið upptjenar hon sær eisini rætt til frítíð við løn. Harumframt fær hon eina fráfaringarsamsýning, sum svarar til løn í seks mánaðir.
Deildarstjórin er lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins. Tað gevur henni 45.935 krónúr í løn um mánaðin. Tilsamans kostar fráfaringaravtalan Almannaverkinum umleið 712.000 krónur. Tá eru útreiðslur til advokathjálp, sum Almannaverkið eisini skal gjalda, ikki tiknar við.
Sambært tekstinum í fráfaringaravtaluni er virksemið hjá Eldradeplinum flutt inn undir Menningardepilin, og starvið sum depilsstjóri fyri Eldradepilin verður niðurlagt.