Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Konsert
Verð tolin, verð tolin, verð ei so ferðslu fegin, er ferðin ov nógv, verður galið beinanvegin.... soleiðis sang Bill Justinussen á bandinum Spælimaskinan, ið var eitt av stuttligastu barnabondunum í Føroyum í áttatiárunum. Nógv vatn er runnið í ánni síðan hetta, og Bill hevur m.a. verið landstýrismaður og situr nú á Føroya Løgtingi, har hann millum annað hevur skotið upp, at hámarkið fyri ferð hjá bæði bilum og prutlum skal setast upp Hetta er ikki beinleiðis í trá við andan í sanginum um snigilin Herbert.
Men fríggjakvøldið verður kanska møguleiki, at uppliva Bill í gamla sangara haminum. Hetta tá gospel konsert verður í ítróttarhøllini í Runavík.
Konsertin verður fjølbroytt og spennandi við fleiri av kendastu gospel tónleikarunum í landinum. Alex og Kristina Bærentsen, Martin Joensen, Systkinini Steinhólm og Laila, Vanja og Barbara. Men sum nakað heilt serligt fara aftur í ár nakrir løgtings- og landsstýrismenn úr Eysturoynni at royna seg sum gospelsangarar á konsertini. Hóast, fyrireikararnir ikki hava sett navn á politikararnar, er nokk lítil ivi um, at landsstýrismaðurin Jógvan á Lakjuni verður millum røddirnar, meðan Bill Justinussen man vera ein av tingmonnunum.









