Spennandi róðrar í øðrum umfari av Ódnartøkum
Annað umfar í "Heystkappingini í Ódnartøkum”, var í góðveðrinum í Havn seinnaparin í dag. Ì fleiri av róðrunum vóru nýggjir vinnarar. Tað tók 1 tíma og 30 minuttir, at avgreiða allar 21 róðrarnar, so áskoðarnir høvdu ikki nógva tíð at keða seg í. Aftur vísti tað seg, at økið frá Skipasmiðjukeiðini, fram við Bacalao móti Ískeiðini egnar seg ógvuliga væl til kappróður av hesum slag, har róð verður 140 metarar, ella tað sum svarar til umleið 25-30 tøk. Hvør manning róði tríggjar ferðir í dag.
Fyrstar at rógva vóru barnamanningarnar við gentum. Her gjørdist Firvaldur av Tvøroyari vinnari í øllum trimum róðrunum. Hvassi norðuri úr Sundalagnum gjørdist nummar tvey tvær ferðir og kolldømur í einum róðri fyri tjóstart. Ì Ódnartøkum er tað soleiðis at, tjóstartar ein bátur verður hann kolldømdur tá komið er á mál og ikki sum vanlig, at báturin fær gult kort og umróður verður. Nummar trý gjørdist Pílurin.
Eftir tvey umfør er javnt millum Hvassa og Píl við 12 stigum hvør, meðan Firlvaldur hevur 7 stig. Firvaldur luttók ikki í fyrsta umfari.
| Róður 1 |
| Róður 2 | Róður 3 |
| Stig 1. | Stig 2 | Stig | ||
Manningar | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Stig í alt | umfar | umfar | í alt |
Firvaldur | 39,14 | 7 | 40,19 | 7 | 40,19 | 7 | 21 | 0 | 7 | 7 |
Hvassi | 40,03 | 6 |
| 0 | 41,17 | 6 | 12 | 7 | 5 | 12 |
Pílurin | 44,24 | 5 | 47,01 | 6 | 47,1 | 5 | 16 | 6 | 6 | 12 |
Næstar at rógva vóru 5. mannafør við gentum. Fyrsta umfar stóð kappingin millum Silju úr Fuglafirði og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag, sum eisini kappaðust um FM í summar. Í dag var eingin ivi, tí Drekin vann allar tríggjar róðrarnar. Nummar tvey gjørdist Silja og Blikur. Í samlaðu kappingini eru Drekin og Silja javnar við 13 stigum hvør. Nummar 3 er Blikur við 10 Stigum og Jallurin er nummar fýra við 8 stigum. Avgerðin í hesi riðlinum fellur so ikki fyrr enn í seinasta umfarinum.
| Róður 1 |
| Róður 2 | Róður 3 |
| Stig 1. | Stig 2 | Stig | ||
Manningar | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Stig í alt | umfar | umfar | í alt |
Blikur | 41,24 | 5 | 41,23 | 5 | 41,01 | 6 | 16 | 5 | 5 | 10 |
Silja | 41,12 | 6 | 41,06 | 6 | 41,07 | 5 | 17 | 7 | 6 | 13 |
Drekin | 40,16 | 7 | 39,24 | 7 | 40,02 | 7 | 21 | 6 | 7 | 13 |
Jallurin | 42,15 | 4 | 42,15 | 4 | 42,02 | 4 | 12 | 4 | 4 | 8 |
Hjá 6 mannaførunum við monnum er hørð kapping. Í fyrsta umfari, sum var næstseinasta leygardag, vunnu Herningur og Rádni róðrarnar, men í dag gjørdi Jarnbardur bart og vann allar tríggjar róðrarnar. Tó var sera javn millum Jarnbard, Herning og Rádna allar tríggjar róðrarnar. Eitt sindur aftanfyri kom Gongurálvur. Í heyskappingini er Hernignur á odda við 13 stigum, javnir á øðrum plássi koma Jarnbardur og Rádni við 11 stigum, og nummar fýra er Lómur við 5 stigum, meðan Gongurálvur hevur 4 stig.
|
| Róður 1 |
| Róður 2 | Róður 3 |
| Stig 1. | Stig 2 | Stig | ||
| Manningar | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Stig í alt | umfar | umfar | í alt |
11 | Gongurálvur | 36,21 | 4 | 37,01 | 4 | 37,19 | 4 | 12 | 0 | 4 | 4 |
10 | Lómur |
| 0 |
| 0 |
| 0 | 0 | 5 | 0 | 5 |
9 | Herningur | 36,00 | 5 | 36,02 | 6 | 36,09 | 6 | 17 | 7 | 6 | 13 |
8 | Rádni | 35,22 | 6 | 36,04 | 5 | 36,21 | 5 | 16 | 6 | 5 | 11 |
7 | Jarnbardur | 35,16 | 7 | 36,00 | 7 | 36,01 | 7 | 21 | 4 | 7 | 11 |
Í fyrst umfarinum var róðurin hjá 8 mannaførunum nokk hin javnasti av øllum róðrunum og aftur í dag var sera tætt. Miðvingur vann fyrsta róðurin, meðan Argjabáturin vann báðar teir næstu. Í fyrsta umfari var føroyameistarin Kvívíksingur ikki við. Men í dag luttók hann og var nummar tvey fyrsta róðurin, men gjørdist bert nummar trý teir tveir seinnu róðrarnar. Støðan í kappingini er, at Argjabáturin og Miðvingur liggja á einum deildum fyrsta plássi við 14 stigum, meðan Kvívíksingur og Knørru liggja nummar trý og fýra við ávikavist 6 og 5 stigum.
|
| Róður 1 |
| Róður 2 | Róður 3 |
| Stig 1. | Stig 2 | Stig | ||
| Manningar | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Stig í alt | umfar | umfar | í alt |
10 | Kvívíkingur | 33,06 | 6 | 33,23 | 5 | 35,14 | 5 | 16 | 0 | 6 | 6 |
9 | Miðvingur | 33,04 | 7 | 33,12 | 6 | 33,07 | 6 | 19 | 7 | 7 | 14 |
8 | Argjabáturin | 33,09 | 5 | 33,02 | 7 | 32,17 | 7 | 19 | 7 | 7 | 14 |
7 | Knørrur | 35,22 | 4 | 36,05 | 4 | 36,08 | 4 | 0 | 0 | 5 | 5 |
Hjá 5. mannaførum við dreingjum vann Blikur av Argjum allar tríggjar róðrarnar, men munurin aftur til Jallin og Frúnna var stuttur. Í samlaðu støðuni liggur Blikur á odda við fullum stigatalið 14 stig. Jallurin hevur 12 stig, meðan Frúgvin, sum ikki var við næstseinasta leygardag, hevur 5 stig.
| Róður 1 |
| Róður 2 | Róður 3 |
| Stig 1. | Stig 2 | Stig | ||
Manningar | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Stig í alt | umfar | umfar | í alt |
Frúgvin | 39,10 | 5 | 39,24 | 5 | 39,19 | 5 | 15 | 0 | 5 | 5 |
Blikur | 38,05 | 7 | 38,17 | 7 | 38,12 | 7 | 21 | 7 | 7 | 14 |
Jallurin | 38,23 | 6 | 39,09 | 6 | 38,13 | 6 | 18 | 6 | 6 | 12 |
Eins og í fyrsta umfarinum vann Sundabáturin fyrsta róðurin, meðan Rádni gjørdist nummar tvey. Tveir teir seinastu róðararnar vann Rádni, soleiðis at tær eisini vunnu samanlagt fyri dagin. Tískil liggur Rádni á odda við 14 stigum meðan Sundabáturin er nummar tvey við 12 stigum og Sølmundur er nummar trý við 5 stigum.
|
| Róður 1 |
| Róður 2 | Róður 3 |
| Stig 1. | Stig 2 | Stig | ||
| Manningar | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Stig í alt | umfar | umfar | í alt |
10 | Sølmundur |
| 0 |
| 0 |
| 0 | 0 | 5 | 0 | 5 |
9 | Rádni | 40,06 | 6 | 39,00 | 7 | 38,17 | 7 | 20 | 7 | 7 | 14 |
8 | Sundabáturin | 40,05 | 7 | 40,08 | 6 | 39,04 | 6 | 19 | 6 | 6 | 12 |
Hjá 10 mannaførunum klárar føroyameistarin Drekin Reyði ikki at halda tørn, og tapur fyri aðruferð á Orminum Langa hjá Knørrafelagnum. Tó vann Drekin Reyði fyrsta róðurin í dag, sum hevði skift nakrar mans út. Millum annað sást lærmaðurin á Suðringi í 2013 Bjarni Hammer á lærinum á Drekanum Reyða í dag. Manningin á Orminum Langa eru teir, sum vunnu Ólavsøkuróðurin við 8 mannafarinum Knørri og sum nú hava mannað 10 mannafarið hjá Knørrafelagnum. Ætlanin er, at teir fara at manna Ormin Langa til FM róðrarnar komandi ár, so tað verður ikki uttan kapping at Drekin Reyði tá skal verja FM heitið frá í ár.
| Róður 1 |
| Róður 2 | Róður 3 |
| Stig 1. | Stig 2 | Stig | |||
| Manningar | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Tíð | Stig | Stig í alt | umfar | umfar | í alt |
10 | Havnarbáturin | 33,07 | 5 | 32,07 | 5 | 32,1 | 5 | 15 | 5 | 5 | 10 |
9 | Ormurin Langi | 32,23 | 6 | 31,01 | 7 | 31,03 | 7 | 20 | 7 | 7 | 14 |
8 | Drekin Reyði | 32,17 | 7 | 31,19 | 6 | 31,15 | 6 | 19 | 6 | 6 | 12 |
Seinasta umfar í Ódnartøkum verður leygardagin 4 oktober kl. 13.00.










