Árni Joensen
fartekst@mail.dk
???????????????
Tann 77 ára gamli Nils Bergman varð funnin deyður nærhendis heimi sínum í býarpartinum Solna tann 14. november í 2002. Kanningar avdúkaðu, at hann var vorðin stungin við knívi.
Um tað mundið búði Mijailo Mijailovic ikki so langt burtur haðani. Hann búði hjá einum hjúnum, og tey hava greitt løgregluni frá, at Mijailo Mijailovic hevði altíð knív uppi á sær, og at hann javnan tosaði um, at hann ætlaði at myrða onkran.
Ein hýruvognaførari, sum koyrdi Mijailo Mijailovic aftan á morðið á Onnu Lindh tann 10. september í fjør, hevur greitt frá, at maðurin gjørdist óróligur, tá teir koyrdu fram við tí staðnum í Solna, har Nils Bergman varð funnin.
Undir avhoyringunum tann 7. januar spurdi ákærin Mijailo Mijailovic, um hann hevði framt morð fyrr. Hann segði nei, men viðgekk beint aftaná, at hann einaferð hevði sagt einum lækna, at hann hevði framt eitt morð.
? Hetta er áhugavert. Vit hava alla tíðina hildið, at tað var ein sjúkur maður, sum myrdi Nils Bergman, sigur Lone Caallias, støðleiðari hjá løgregluni í Solna, við blaðið Expressen.