Anita hevur ikki fiskiloyvi í løtuni, tí Fiskiveiðieftirlitið hevur tikið loyvið frá skipinum í fýra vikur. Av tí sama hevur reiðaríið ikki sett trygd fyri bót, reiðskapi og sakarmálskostnaði, soleiðis sum ákæruvaldið gav boð um, sigur verjin, Jens Andreas Vinther.
Hann vísir á, at spurningurin um trygd er bara viðkomandi, um ætlanin er at fara aftur til fiskarí, áðrenn málið kemur fyri rættin. Men tað hendir neyvan.
-Soleiðis sum støðan er í løtuni, verður skipið liggjandi, til málið er avgreitt í rættinum, sigur verjin. Kravið frá ákæruvaldinum um trygd er 2,4 milliónir krónur.
Tað er ikki greitt, nær málið kemur fyri í rættin.
Anita hevur ligið á Havnini, síðani hon kom inn eftir at hava drigið gørnini, men um vikuskiftið fór skipið inn á Glyvrar, har tað liggur nú. Anita slapp tó ikki frá bryggju í Havn, fyrr enn løgreglan gav loyvi til tess.