Aniston gevur stórar peningaupphæddir

Nógvar Hollywoodstjørnur hava givið fleiri pengar enn nakrantíð áður til eitt amerikanskt forsetavalevni.

Barack Obama hevur fingið milliónir av dollarum frá stórum stjørnum sum Jennifer Aniston, George Clooney og júst avdeyða Paul Newman.

 

Amerikanska tíðindablaðið Los Angeles Times hevur hugt nærri at øllum pengunum, Barack Obama og John McCain hava fingið frá stuðlum. Blaðið kann m.a. siga frá, at ?Vinir?-stjørnan Jennifer Aniston higartil hevur donerað næstan 28.000 dollarar og Clooney hevur givið 33.000 dollarar.

 

Afturat hesum koma stóru upphæddirnar, sjónleikararnir hava savnað inn við ymiskum stuðulstiltøkum.