Ljósini kosta úr nøkrum fáum krónum og upp í fleiri hundrað krónur. Munurin á teimum bíligu og dýru ljósunum er, at tey dýru innihalda fýra, fimm ferðir so nógva parfumu sum tey bíligu.
Dýru ljósini eru eisini ofta gjørd úr stearini, meðan tey bíligu eru úr paraffini, ið ikki er líka gott sum stearin.
Í USA hevur rákið við angaljósum vundið nógv uppá seg seinastu árini, og eisini í handlunum í Havn siga tey, at ljósini selja nógv.
Soleiðis velur tú rættan anga eftir hýri
Tá tú vil koma í erotiskan hýr: Ljós, ið anga av sandiltræ, patchouli og amber
Tá tú vil gerast rólig: Ljós, ið anga av apelsinblómu, lavendel, bergamott
Tá tú vil fáa orku: Ljós, ið anga av a sitrónolju, eukalyptus og piparmint
Vel anga til stovu, kamar og køk
Kamar: Reinar og frískar luktir, ið ikki eru ov pátreingjandi. Oftani eita slík ljós "Fresh linen" ella "Clean laundry"
Stovu: Vel ljós eftir tínum stíli. Um tú hevur romantiskan stíl er blómuangi góður. Býr tú í gomlum húsum, er mahogny og cedar góðir angar.
Køkur: Luktir av slíkum, sum tú kanst eta - til dømis sjokulátu, vanilju, kanel og basilikum.
Kelda: Aftonbladet









