Anfinn Kallsberg heldur flaggrøðuna í Klaksvík

Eins og aðrastaðni kring landið verður flaggdagshald eisini í Klaksvík. Har eru tað Skótalið Nólsoyar Pálls & KFUM-&KFUK-skótarnir, ið skipa fyri

Skrúðgongan fer av parkeringsøkinum við Norðoya Sparikassa og yvir í Vágstún klokkan 14, har Anfinn Kallsberg flytur fram røðu.

Aftaná hátíðarhaldið, bjóða KFUM-&KFUK-skótarnir "Flaggdagskaffi" í KFUM&K. Har verður eisini skipað fyri tombola.