Andstøðan verjir grundupphæddina

Fyrsta orðaskifti í nátt er um at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini

Politiska orðaskifti í nátt er um uppskotið um at lækka grundupphæddina í fólkapensjóni.

 

Talan er um hetta uppskotið, sum er knýtt at uppskotinum um at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta.

 

Andstøðan heldur gongd í orðaskiftinum og sigur seg ikki skilja, at samgongan yvirhøvur mitt á nátt á ársins styttsa degi dittar sær til at lækka grundupphæddina hjá fólkapensjonistum.

 

Umboð úr øllum andstøðuflokkunum siga seg ikki skilja ætlanina um at minka grundupphædina øðrvísi enn, at tað eiansta tað snýr seg um er at minka útreiðslurnar hjá landskassanum - og í staðin lata Samhaldsfasta gjalda.

 

Andstøðan fanst eisini at, at tey júst í dag hava fingið boð um at velja umboð til bólkin, sum skal gera eina nýskipan av pensjónini.

 

Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, segði móti endanum, at ein ikki skuldi trúð, at Javnaðarflokkurin nú ger móti tí, sum flokkurin annars hevur staðið fyri.