Andstøðan á fund um fiskivinnunýskipan

Samgonguflokkarnir hava nú sent boð eftir andstøðuni at greiða teimum frá um ætlaðu fiskivinnunýskipanina

Samgonguflokkarnir hava nú sent boð eftir andstøðuni at greiða teimum frá um ætlaðu fiskivinnunýskipanina.

 

Samgongan skuldi vera klár við uppskotinum um fiskivinnunýskipan innan 1. februar. Men løgmaður segði herfyri við Kringvarpið, at hann væntaði ikki, at so fór at vera. Men Jørgen Niclasen var ikki samdur, og Jenis av Rana hevur sagt, at fyri Miðflokkin var tíðarfreistin framvegis 1. februar.

 

Men nú er semja í samgonguni, sum er komin til eitt felags forstáilsi, sum samgongan skal leggja fyri andstøðuflokkarnar.

 

Tí hevur samgongnan boðsent Javnaðarflokkinum at koma til fundar í morgin fyrrapart. Seinnapartin er Tjóðveldið boðsent og mikudagin Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin.

 

Sum info skilir tað, er ætlanin at leggja uppskotið fyri andstøðuflokkarnar í eini roynd at gera eitt felags uppskot, sum skal verða grundarlag undir eini breiðari semju um ein fiskivinnunýskipan.