Aðalorðaskiftið í tinginum í gjár um vinnu- og búskaparpolitikk, gjørdist heldur meira ørkymlandi enn væntað. Eftir at framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, hevði havt orðið, kom andstøðan til ta niðurstøðu, at talan ikki var um eitt aðalorðaskifti um politikk landsstýrisins, men heldur um propaganda fyri Fólkaflokkin, og tí gjørdi øll andstøðan í felag av at rýma av tingfundinum.
Fund á loftininum
Tá framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, Tórbjørn Jacobsen, hevði havt orðið, gjørdust andstøðulimir í iva um, hvat tað í veruleikanum var, ið varð viðgjørt, og tí valdu teir at møtast á tinghúsloftinum at tosa um, hvat tað var, ið hendi.
Á fundinum á tinghúsloftinum vóru allir tingmenn á einum máli um, at alt bendi á, at bert ein partur av samgonguni stóð aftan fyri Caragataáltitið. Og tá tað í tingskipanini krevst, at tað er landsstýrið, ið stendur aftan fyri tey mál, ið koma í tingið til aðalorðaskiftis, hildu andstøðulimirnir, at við grund í verandi støðu, var ikki grundarlag fyri viðgerðini
Tískil valdu øll framsøgufólk andstøðunnar at taka seg av røðaralistanum, rýma úr tingsalinum og heldur seta seg at lurta eftir orðaskiftinum framman fyri royndarmyndini á skýggjanum hjá SvF.
Ráðførdi seg við umsitingina
Tá andstøðutinglimirnir vóru rýmdir av tingfundinum gjørdi tingformaðurin av, at slíta tingfundin eina løtu, meðan hann ráðførdi seg við umsiting sína um málið.
Umsitingin og formansskapurin komu til ta niðurstøðu, at viðgerðin var í lagi samsvarandi tað, sum stendur í tingskipanini, um at landsstýrið skal standa aftan fyri tey mál, ið koma til aðalorðaskiftis í tinginum.
Tískil boðaði tingformaðurin løtu seinni tinginum frá, at tingfundurin bleiv niðurlagdur í døgurðasteðginum, men, at hann varð tikin upp aftur klokkan hálvgum tvey seinnapartin.
Tingformaðurin segði í hesum sambandi við útvarpið, at hann metti andstøðuna at hava handlað ímóti fólkaræðinum, men tó ætlaði hann sær ikki at bera tingfólk aftur í tingið. Tingformaðurin segði seg vóna, at andstøðan fór at møta til fundin eftir døgurða, men møtti hon ikki, fór hetta ikki at fáa avleiðingar fyri andstøðutingfólkini.
Hálvtómur tingsalur
Tingfundurin varð tikin upp aftur klokkan hálvgum tvey, sum ætlað, men andstøðan hevði ikki broytt støðu í døgurðasteðginum. Tískil varð hildið fram við viðgerðini við í einum hálvtómum tingsali, har bert umboð fyri samgonguna vóru til staðar.
Andstøðan sat framman fyri sjónvarpinum og lýddi á orðaskiftið. Hetta segði hon seg gera, tí hon virðir fólkaræðið so mikið, at hon hóast alt vil lurta eftir tí, sum gongur fyri seg í tingsalinum.