Andstøðan fær ávirkan á stuðulin

Løgtingsformaðurin mælir til, at samgongan tekur andstøðuna við í viðgerina av einum lógaruppskotinum um fíggjarligan stuðul til fólkaatkvøðuna. Høgni Hoydal tekur undir við hesum, og fer at senda andstøðuni sítt uppskot

Edamálið við at veita stuðul til politiskar flokkar og felagsskapir undan fólkaatkvøðuni er at javnstilla ja og nei síðurnar.

Tí tekur landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, fult undir við tilmælinum frá løgtingsformanninum, um at lata andstøðuna fáa uppskotið, sum liggur á borðinum, og taka hana við í viðgerina av tí, áðrenn tað kemur fyri tingið.

Spurningurin um at draga andstøðuna upp í viðgerðina av uppskotinum um stuðul til fólkaatkvøðuna varð tikin upp eftir ein munnligan fyrispurning hjá Jóannesi Eidesgaard í tinginum mikudagin.

Jóannes Eidesgaard vildi hava at vita frá løgmanni, um nakar møguleiki er fyri, at uppskotið kemur fyri tingið í næstum. Harafturat reisti hann spurningin, um tað er rætt, at eitt slíkt mál skal vera samgongumál.

? Tað undrar meg eitt sindur, at løgmaður sigur, at málið skal viðgerast í samgonguni. Tað vil siga, at játtanin til valstríðið upp undir eina fólkaatkvøðu er eitt samgongumál, og tað haldi eg í sjálvum sær er ein løgi. Tí eitt uppskot um upplýsing upp undir eina fólkaatkvøðu eigur sjálvandi at vera so uttanveltað, sum møguligt, segði Jóannes Eidesgaard.

Hesum tók tingformaðurin, Finnbogi Ísakson, undir við.

? Eg eri samdur við Jóannesi Eidesgaard, sum sigur, at hetta ikki kann vera eitt samgongumál. Sjálvt um málið kemur í tingið og allir her fáa høvi til at siga sína meining og gera sína ávirkan galdandi, so er tað als eingin orsøk til at sáa nakran sum helst iva ímillum fólk, at her verður farið rætt fram.

? Eg fari tí staðiliga at heita á landsstýrið, um at lata andstøðuna alt fyri eitt fáa tað uppskotið, sum liggur á borðinum - eg veit, at eitt liggur á borðinum ? og viðgera uppskotið saman við andstøðuni, áðrenn tað kemur á ting, segði Finnbogi ísakson, løgtingsformaður í tinginum mikudagin.

Jenis av Rana nýtti eisini høvið at spyrja um stuðulin til fólkaatkvøðuna, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni. Hann vildi hava at vita frá løgmanni, hvør grundgevingin er at játta pening til fólkaatkvøðuna, tá flokkarnir kortini fáa pening til politiska upplýsing.

Løgmaður svaraði, at hann væl skilir, at Jenis spyr, um tað yvirhøvur er neyðugt at játta pening til upplýsing undan fólkaatkvøðuni. Hendan spurning helt løgmaður eisini, at tingið átti at taka upp.