Andrias: Hetta var forferdiligt

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá U21 landsliðnum er sera vónbrotin um avrikið íkvøld

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Andrias Eriksen, liðskipara hjá føroyska U21 landsliðnum, sum tapti 0-6 ímóti einum framúr góðum týskum U21 landsliði í kvøld. Ein dystur, sum 581 fólk vóru eygnavitni til á Tórsvølli.

 

Andrias Eriksen er sera harmur um eitt vánaligt føroyskt avrik, serliga í fyrra hálvleiki, har Týskland skorar fýra ferðir. Andrias heldur tað verða margháttligt, at føroyska liðið gjørdi tað betri við 10 monnum á vøllinum í seinna hálvleiki, enn við 11 monnum á vøllinum í fyrra hálvleiki. 

 

Andrias heldur talan verða um eitt týskt lið í heimsflokkin, men hann heldur føroyska liðið gjørdi týskararnar óneyðuga góðar við teimum mistøkunum, sum vóru framd av tí føroyska liðnum.