Andrias Høgenni vunnið enn eina virðisløn

"Ekko Shortlist Awards 2020" hevur verið um vikuskiftið, og millum vinnararnar er stuttfilmurin "Ikki illa meint" hjá føroyska leikstjóranum Andriasi Høgenni

Filmsleikstjórin Andrias Høgenni hevur vunnið enn eina virðisløn fyri stuttfilmin "Ikki illa meint". Hesa ferð er tað Filmsblaðið Ekko, sum hevur latið virðislønina fyri besta fiktiónsfilm í sambandi við Ekko Shortlist Awards 2020. Ekko skrivar soleiðis:

"Prisen for bedste fiktion går til 'Ikki illa meint'! Den færøske instruktør Andrias Høgenni beviser, at film er benspændenes kunst. 'Ikki illa meint' skærer smertefuldt ind til benet, da to veninder støder sammen både på Facebook og i Føtex."

Stuttfilmurin snýr seg um føroysku Elinborg, sum hittir vinkonu sína Maritu í einum matvøruhandli. Samrøðan teirra millum er heldur flóvislig, tí Elinborg hevur gloymt føðingardagin hjá Maritu. Marita spyr síðani, um Elinborg hevur blokerað seg á Facebook, og so koyrir samrøðan víðari.

Hetta er ikki fyrsta virðisløn, sum filmurin "Ikki Illa Meint" hevur fingið. Í mai í fjør vann Andrias Høgenni sum fyrsti føroyingur nakrantíð virðisløn á Cannes Filmsfestivalinum, sum telist millum heimsins kendastu filmsstevnur. Og tá donsku Robert-filmheiðurslønirnar vórðu handaðar í januar í ár, vann "Ikki illa meint" mín sann eisini virðisløn fyri Ársins Stuttfilm. Og í oktober í ár vann Sissal Drews Hjaltalin virðisløn fyri sín leiklut sum Marita í sama filmi.

So talan er í øllum førum um ein ógvuliga væleydnaðan stuttfilm, um mann dømir út frá nógvu virðislønunum.

##med2##