##med2##
Fyrr í ár tapti B36 rættiliga greitt 2-4 móti HB, og í kvøld var tað um nakað greiðari. tá B36 á Tórsvølli tapti 0-2.
Liðformaðurin hjá B36, Andrias Eriksen staðfestir, at talan var um ein ruddiliga uppibornan sigur til HB. Tað sum skuffar Andrias serliga nógv er, at B36 tapti so nógvar nærdystir í grannauppgerðini í kvøld.
Viðmerkjarin hjá FM1, Teitur Joensen staðfestir eisini ein fult uppibornan sigur til HB. Tað var líka í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, at B36 var væl við, men tá tók B36 ikki av sínum málmøguleikum, og tá HB fyrst kom á odda átti B36 ikki eitt aftursvar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Andrias Eriksen.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum dystin. Teitur heldur avgjørt, at HB hevur staðfest sína støðu sum fremsti FM-biðilin í Betrideildini.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá HB. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við debut-málskjúttan hjá HB, Mikkel Dahl og við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou.
##ms##