Ungi og evnaríki toftamaðurin í Sunderland, Andrias Edmundsson, má komandi tríggjar mánaðirnar sita uttanfyri við einum brotnum óstbeini.
Tað var í venjingardysti í vikuni, at Andrias Edmundsson lendi heldur illa eftir ein nærdyst, sum viðførdi at óstbeinið brotnaði. Andrias Edmundsson hevur í dag verið undir skurði í Onglandi, og sigur at skurðviðgerðin gekk væl.
- Eg varð skurðviðgjørdur í dag, og skurðviðgerðin gekk væl. Eg havi brotið óstbeinið í einum venjingardysti.
- Tað sum hendi var, at ein langur varð spældur í djúpdina, har eg var áðrenn áleyparin og sparkaði bóltin út til innkast. Eg hoppaði undan skumpi frá mótstøðumanninum og lendi á alboganum. Tað kendist sum eg lendi skeivt á økslini, men bæði fysioterapeutarnir og læknarnir her niðri vistu beinavegin, at tað var óstbeinið sum var brotnað, sigur Andrias Edmundsson.
18 ára gamli Andrias Edmundsson hevur spælt fast alt kappingarárið við U18 liðnum hjá Sunderland, og fyrst í november í fjør, fekk hann sínar fyrstu minuttir á eykaliðnum hjá Sunderland, tá hann var innskiftur í dysti móti Fulham.
Men komandi tríggjar mánaðirnar má toftamaðurin tíverri brúka á síðulinjuni.