Tað verður málverjin, Andri Kristianson Hansen og liðfelagar hansara á liðnum, Fjölnir sum skulu spæla uppflytingarfinalu móti Víkingi Reykjavík um rættin at spæla í bestu íslendsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.
Fjölnir vann eisini seinnu uppflytingarhálvfinaluna móti Þór á Akureyri, ið hevur Jonn Róa Torfinnsson á liðnum.
Fjölnir vann dystin greitt 26-21. Fjölnir var á odda 13-7 í steðginum. Fjölnir vann fyrru uppflytingarfinaluna 30-22 (14-13).
Andri skoraði eitt mál fyri Fjölnir, og Jonn Rói tvey mál fyri Þór.
Uppflytingarfinalan millum Fjölnir og Víking Reykjavík verður spæld týskvøldið 25. apríl.