Andrew Strong  Soul!

Andrew Strong var høvuðsnavnið festivalinum og dróg uttan iva ein stóran part av áhoyrarunum. Hansara kraftmikla rødd var í sentrum og hann hugtók áhoyrararnar við inniligum tulkingum av klassikarum, men tó vóru summar meiri væl eydnaðar enn aðrar.

Millum framførdu løgini vóru løg hjá Rolling Stones, Steppenwolf, Jimi Hendrix. Men sjálvsagt vóru teir kendu frá The Commitments eisini við, og tað vóru serliga hesir sangirnir, ið fingu lív í áhoyrararnar leygarkvøldið. Mustang Sally, Midnight Hour, Try a Little Tenderness og Ain´t no Mountain High Enough vórðu sera væl móttiknir og fjøldin sang væl við.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$The Commitments
Tað var við í filminum The Commitments, at Strong av álvara gjørdist kendur, tá var hann einans 17 ára gamal. Í 1991 var hann innstillaður til eina Grammy-virðisløn og kom undir sjóneykuna hjá teimum stóru plátufeløgunum. Síðan hevur hann verið á konsertferð kring allan heimin við nøvnum sum Rolling Stones, Prince og Elton John. Fimm útgávur er komnar frá honum, tann seinasta var ein uppsamling við heitinum Out of Time. Á hesi fløguni eru egnar tulkingar av ymiskum kendum løgum og hetta er tað sum Andrew Strong ger, sum so nógvir aðrir soul-sangarar. Við The Commitments gjørdist hann kendur sum hin mest framúrskarandi hvíta soul-røddin í okkara tíð.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Soul-sangur
Tónleikurin var í soul-sjangruni, hóast traðka var inn í rock-genruna av og á. Bæði røddin hjá Strong og stóra orkestrið við tveimum blásarum góvu bestu møguleikarnar fyri soul-tónleiki. Soul-sjangran er eyðmerkt við at sangrøddin er í miðdeplinum, gjarna ein saksofon og so skal sangurin snúgva sum eitthvørt inniligt tema. Serliga var lagið, klassikarin eftir Otis Redding Try a little Tenderness væl framført, ein innilig ballada, har røddin hjá Strong veruliga kom til sín rætt.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ójavnar tulkingar
Tað vóru heldur løgini av The Commitments, sum skaptu afturljóð í áhoyrarafjøldini, enn tað vóru tulkingarnar av Fire hjá Jimi Hendrix og Out of time hjá Rolling Stones. Respect var sungin av songkvinnuni í bólkinum hjá Strong. Hetta er jú ein sangur sum vanliga fær lív í fólk, og tað gjørdi hann eisini hetta kvøldið. Tónleikararnir gjørdu sítt og tað var ein fragd at hoyra væl svingandi tónleik við blásarum og ein væl koyrandi rytmu-part. Men til hesar sangirnar var ikki nógv forvitnisligt at heinta, lítið nýtt var lagt afturat hesum tulkingunum og ikki so nógv sál var lagt í, soleiðis tyktist tað. Og tað sama var galdandi fyri síðsta lagið Born to be Wild, ið tók skap sum eitt jam har Strong hevði fingið sær fatur á gittaranum. Hetta lagið var framført tá klokkan nærkaðist 01.00, og Smyril skuldu leggja leiðina norðureftir.
Men samanumtikið var talan um eina fína konsert-uppliving, ið hugtók áhoyraran, og punktum fyri einum tónleikakvøldið við hópin av góðum tónleiki.