Andrew prinsur, hertogi av York, hevur nú boðað frá, at hann leggur frá sær allar almennar skyldur í nærmastu framtíð.
Boðini komu eftir eina miseydnaða samrøðu við BBC, har Andrew prinsur gjørdi greitt, at hóast Jeffrey Epstein varð dømdur fyri pedofili, so valdi Andrew prinsur at vera gestur hjá honum, tí hann metti tað vera tað reiðiliga at gera. Ein kvinna vil eisini vera við, at Epstein hevði sent hana til London, tá hon var 17, soleiðis at Andrew prinsur kundi gera seg inn á hana.
Andrew prinsur er komin í andglettin, eftir at tað kom undan kavi, at hann hevði ofta verið gestur hjá Jeffrey Epstein. Jeffrey Epstein doyði í einum fongsli í New York í august mánaði, eftir at hann var handtikin fyri at hava staðið fyri trafikkering við gentum undir 18 ár, umframt at sjálvur hava kynsliga gjørt seg inn á tær. Hildið verður, at Epstein beindi fyri sær sjálvum.
Andrew prinsur er triðja og næstyngsta barnið hjá Elisabeth II drotning, og tað er drotningin, ið hevur givið honum loyvi at leggja frá sær almennu skyldurnar.