1.august tekur Anders Berndtsson við stjórastarvinum á mentanarstovninum, Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn.
Anders Bendtsson hevur verið leiðari fyri Norðurlandastovninum i Grønlandi, NAPA, sum húsast í mentanarhúsinum, Katuaq, í Nuuk. Her hevur hann tey seinastu átta árini m. a. staðið fyri menningini og framleiðsluni av fleiri mentanarverkætlanum við tí endamáli at marknaðarføra grønlendska list og mentan, bæði í Grønlandi og kring heimin. Ein av hesum verkætlanunum var dansiframførslan, Polaroid, sum norski Jo Strømgren leikstjórnaði, og sum m.a. bleiv framførd í Operaini í Keypmannahavn.
Anders Berndtsson hevur gott og víttfevnandi innlit í bæði norðurlendska og altjóða mentan, eins og hansara kunneliki um norðurlendska list og mentan er umfatandi.
- Sum tann Norðuratlantiski mentanarmiðdepilin í Keypmannahvan, hevur Norðuratlants Bryggjan stóran mentanarligan leiklut, bæði í londunum í útnorðri og her á staðnum, og eg gleði meg til at seta dám á og halda á fram við hesari menning í samarbeiði við starvsmanningina og nevndina hjá stovninum, sigur komandi stjórin.
- Treytin fyri hesum er tó at halda á fram við tí góða og fruktarbara samarbeiðinum við mentanarlívið í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, sum míni undangongufólk hava lagt lunnar undir. Eitt samarbeiði, sum jú leggur grundarlag fyri at kunna um og bera fram mentanina í útnorðri, sigur Anders Berndtsson.