Andakt: Føstutíðin

Eftir John S. Myllhamar, Sandavágur

"Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og Menniskjusonurin skal verða givin upp í hendur á høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu, og teir skulu døma hann til deyða; og teir skulu lata hann í heidna manna hendur at verða spottaðan og húðflongdan og krossfestan; og á triðja degi skal hann rísa upp aftur" (Matt. 20, 18-19)

Onkur hevur verið inn á, at føstutíðin eigur at verða strikað í kirkjuni. Tíðin er farin frá at hava føstugudstænastur. Men hvønn týdning hevur tá páskagleðin fyri okkum, um ikki sálin kendi hesa stillu tíðina áðrenn páskasigurin?
Eitt er vist, at kann eitt menniskja ikki, og hevur eitt menniskja ongantíð við eymum hjarta fylgt Jesusi á hansara krossarvegi, og gjøgnum hansara pínufullu líðing fyri okkara skuld, so vil uppreisnarsigurin heldur ikki verða annað enn ein framsýning, ein mynd av, hvat náttúran kring okkum um páskirnar hevur at bjóða, - at kavin tiðnar í fjøllunum, at ísurin bráðnar í áum og á vøtnum, at trø og runnar spretta og blóman spírar fram, at fuglasangur aftur byrjar at hoyrast um teigar og tún. Tað er ov lítið fyri eitt menniskja, ið er vert meira enn nógvir spurvar.
Latið okkum bara varðveita føstutíðina og fáa tað besta og rætta burtur úr henni. Men lati okkum fram um alt minnast til, at okkara sæla stavar ikki frá, hvussu vit eyðmýkja okkum ella avnokta okkum sjálv og hvat vit annars kunnu útinna, men eina og aleina frá tí offri, ið Jesus hevur gjørt fyri okkum. Amen!

Sunnudagurin komandi er sunnudagur í føstuinngangi)