Illveður
Beint fyri dead-line í gjár, hevði fjølmiðlaráðgevin hjá Smyril Line, Kári Durhuus, fingið eina frágreiðing frá skiparanum umborð á Clare, Dánjali Lydersen, sum er einsamallur føroyingur umborð á farmaskipinum, ið hevur rikist í illveðrinum í Norðsjónum síðan seinnapartin sunnudagin.
Dánjal sigur, at skipið fekk ein stóran sjógv beint frammaná, sum breyt tveir stórar rútar á brúnni og fylti 3/4 av brúnni við sjógvi.
- Eg og 2. stýrimaður vóru á brúnni, tá ið sjógvurin rakti, og vit fingu akkurát stundir at blaka okkum niður á dúrkið, áðrenn brúgvarútarnir fóru. Høvdu vit ikki kastað okkum niður, vóru vit deyðir á staðnum, sigur skiparin.
Skiparin vísir á, at sjógvurin var óvanliga ringur, og at hann ongantíð hevur sæð slíkt áður.
- Vit sigldu við "stýriferð", tá ið sjógvurin rakti okkum kl. 14.00 seinnapartin
sunnudagin, leggur hann aftrat.
Sum skilst, fór sjógvurin aftureftir øllum skipinum.
Clare misti toppljósið og masturin, har radarin situr, fekk minni skaða. Onkur gelendari boygnað eisini umborð.
Maskinan steðgaði og ljósmotorurin við. Tískil misti skipið allan streym.
- Vit sendu út neyðarkall, tí vandi var fyri, at lastin skeyt seg, og at vit fóru at reka á boripallin, sigur skiparin, Dánjal Lydersen.