Amøba staðfest í fýra alibrúkum

Fólk kunnu ikki verða smittað

Nú er staðfest, at amøban, við latínska navninum Paramoeba perurans,  sum kann elva til fiskasjúkuna AGD, er í fýra alibrúkum í Føroyum. 

 

Nú er staðfest, at amøban, við latínska navninum Paramoeba perurans,  sum kann elva til fiskasjúkuna AGD, er í fýra alibrúkum í Føroyum.

 

Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Tey fýra alibrúkini, Amøban er staðfest, eru tey í Fuglafirði, í Miðvági, í Lambavík og Oyndarfirði.



 

- Vit kunnu enn ikki siga um amøban hevur elvt til AGD, ella um hon bara er til staðar.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at dømi eru um, at Paramoeba perurans er til staðar uttan at geva sjúku.

 

- Fyri at staðfesta um vit hava sjúkuna, eru táknusýni send til kanningar í Noregi.



 

- Í Fuglafirði og Miðvági vóru tey frammanundan í holt við at slakta fiskin, so her verða alibrúkini tømd fyri fisk.

 

- Í Lambavík og í Oyndarfirði er fiskurin ikki tøkuklárur. Tó eigur dentur at verða lagdur á, at Amøban, á hesum støðum bert er ávíst í einum sýni av 40.



 

Í eini roynd at fyribyrgja at sjúkur rakar, og breiða seg í Føroyum, hava vit reglur um flutning av fiski og útgerð, tættleika av fiski og brakklegging, eisini í tíðum, har man ikki er vitandi um at smittuevni eru til staðar.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað ber til at viðgera fiskin.

 

- Paramoeba perurans hevur ikki verið ávíst í Føroyum fyrr, men londini kring okkum, Skotland, Hetland, Írland og Noregi hava havt tilburðir av AGD sjúkuni seinastu árini.

 

Í Noregi hevur sjúkan spjatt seg við rúkandi ferð seinastu mánaðirnar.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er í hesum døgum kring landið og tekur enn fleiri sýni fyri at fáa yvirlit yvir støðuna. 



 

- Vit vita ikki nær og hvussu amøban er komin til Føroyar. Vit vita heldur ikki enn í hvønn mun hon kann fáa avleiðingar fyri alilaksin í Føroyum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Fyri at fiskurin ikki skal fáa AGD, hóast smittan er til staðar, er avgerandi at fiskurin hevur tað gott.  Tað merkir, at umhvørvið er ódálkað, at fiskurin ikki gongur ov tætt og ikki verður strongdur.

 

Tað er eisini avgerðandi at gera regluligar kanningar, soleiðis at neyðug tiltøk kunnu gerast sum skjótast.



 

- Fólk kunnu ikki smittast við Paramoeba perurans og tað er heilt vandaleyst at eta fisk sum hevur haft ella hevur verið viðgjørdur móti AGD, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.