ALMENNUR FYRILESTUR verður á Fiskirannsóknarstovuni hóskvøldið 15. november 2001 kl. 20.00.
Michael Reveal, løgfrøðingur heldur fyrilestur, ið hann kallar: American Workers Compensation Law and Other Insurance Mysteries. Fyrilesturin verður á enskum.
Michael Reveal er løgfrøðingur við "Juris Doctor" frá The University of Hawaii og hevur starvast sum løgfrøðingur í meira enn 10 ár. Tey seinastu árini hevur hann saman við konuni, Lynn, havt egið ráðgevingarvirki við løgfrøði og handli.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um tryggingarskipanina í Amerika, um endurgjald í sambandi við arbeiðsskaðar, um hvussu tryggingarvinnan er skipað við atliti at vinnu og stjórnarvaldi. Hann fer at tosa um, hvussu endurgjaldslógin verður tulkað í rættinum og fer at taka fram nøkur dømi úr rættarsøkum. Hann fer eisini stutt at nevna sambandið millum trygging og tryggingarendurgjøld og fer at samanbera skipaninar í Amerika og skandinavisku londunum. Til seinast verður spurningurin, hvørt amerikanarir eru so stevningarhugaðir sum hildið verður, viðgjørdur.
Sí eisini heimasíðuna www.setur.fo/almen.html









