Fýra amerikanskir hermenn, sum eru skuldsettir fyri at hava beint fyri trimum irakum, eiga at fáa deyðarevsing. Tað heldur í hvussu er maðurin, sum stendur fyri kanningunum.
James Daniel, oberstloytnantur, fer at mæla til, at teir fýra hermenninir verða dømdir til deyða, verða teir funnir sekir í at hava myrt teir tríggjar irakarnar. Hann hevur ábyrgdina av kanningunum í málinum.
Teir fýra hermenninir hava viðgingið, at teir skutu teir tríggjar irakarnar í býnum Tikrit tann 9. mai, men teir halda uppá, at teir skutu í sjálvverju, eftir at irakarnir royndu at flýggja. Ovasti teirra gav alt fyri eitt herleiðsluni boð um at kanna tilburðin, tí aðrir hermenn vildu vera við, at alt ruggaði ikki rætt. Tveir av teimum fýra skulu eisini hava hótt sínar felagar, um teir vitnaðu ímóti teimum, sigur BBC.
Sambært amerikonsku hernaðarlógini kann tilætlað morð sektast við deyðarevsing, men tað er ikki hent síðani 1961, tá ein hermaður bleiv avrættaður í statinum Kansas.
Amerikanska hervaldið er í ferð við at kanna fleiri tilburðir í Irak, har hermenn hava skotið sivilfólk. Eitt nú verður kannað, hvat veruliga hendi, tá 24 óvápnað sivilfólk vórðu skotin í býnum Haditha í fjør, og tá 11 fólk vórðu skotin í Ishaqi fyri einum hálvum ári síðani.
Sambært BBc verða fleiri aðrir tilburðir kannaðir, men teir vil herleiðslan ikki siga nakað um.










