Amerikanski verjumálaráðharrin í krabbameinsviðgerð

Eftir at vera sloppin heimaftur av sjúkrahúsi eftir skurðviðgerðina í desember, varð verjumálaráðharrin lagdur inn aftur á sjúkrahús nýggársdag við bruna.

Verjumálaráðharrin í USA, 70 ára gamli, Lloyd Austin, varð innlagdur á sjúkrahús nýggjársdag við bruna í landrásini. 

 

- Hetta hendi eftir eina minni skurðviðgerð móti krabbameini í prostata, upplýsir Walter Reed-hernaðarsjúkrahúsið í USA.

 

Sjálv skurðviðgerðin, har Lloyd Austin var undir narkosu, fór fram hin 22. desember, og hetta var sambært sjúkrahúsinum ein lutfalsliga lítil viðgerð.

 

Eftir at vera sloppin heimaftur av sjúkrahúsi, varð verjumálaráðharrin lagdur inn aftur á sjúkrahús nýggársdag.

 

Nú hevði hann fingið bruna í landrásina, men undir hesar innlegging hevur Lloyd Austin ongantíð verið undir narkosu og hevur soleiðis ikki verið uttan vit.

 

Á sjúkrahúsinum siga tey, at tað gongur framá hjá verjumálaráðharranum, og tey vænta, at hann fer at gerast spillfrískur aftur.

 

Lagt verður aftrat, at tilgongdin at gerast frískur aftur tó kann fara at taka nakað av tíð.

 

- Tað hevur verið hildið loyniligt, at verjumálaráðharrin í USA, Lloyd Austin, er sjúkur, men nú er hetta ikki loyniligt longur, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

##med2##

 

 

 

Her hittast amerikanski verjumálaráðharrin og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.