Í hesum døgum vitjar amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, í Føroyum. Talan er um eina heldur óvæntaða vitjan, tí almenningurin hevur einki hoyrt um hetta, fyrr enn Miðlahúsið og FM1 frættu hetta seinnapartin.
Carla Sands hevur í dag verið á fundi við Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharra. Sambært Jenisi av Rana hava tey bæði í høvuðsheitum tosað um at víðka um samstarvið millum USA og Føroyar.
– Hon hevði nógv upp á hjartað. Tey ynskja upp aftur tættari samstarv, og tað hava tey ynskt í nógv ár. Men tað er ongantíð blivið til meira enn tos. Eg haldi, at tað verður meira konkret frameftir, segði Jenis av Rana í tíðindunum á FM1 seinnapart.
Amerikanski áhugin fyri Føroyum er stórur, tí Føroyar liggja geografiskt væl fyri í arktiska økinum. Eftir øllum at døma er ynskið, at Føroyar í framtíðini skulu vera ein maritimur depil hjá USA.
– Tey eru ómetaliga áhugað í, at Føroyar vera brúktar sum ein maritimur depil fyri amerikanska flotan, sigur Jenis av Rana.
Uttanríkismálaráðharrin gleðir seg til eitt tættari samstarv við amerikanarar.
– Tað er so ómetaliga nógv, vit kunnu samstarva við USA um. Bæði skúlaskap, gransking og vísind, sigur Jenis av Rana og vísir á, at tey eisini tosaðu um sendistovur.
– Sjálvur haldi eg, at tað er upp á tíðina, at vit fáa eina sendistovu í USA. Eg segði eisini, at vit einki hava ímóti, at tey fáa eitt konsulat í Føroyum. Tey hava jú akkurát opnað eitt í Grønlandi. Vit tosaðu nógv um arktisk, og vóru enntá inni á 5G, segði Jenis av Rana í tíðindunum á FM1.
Hoyr alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jenis av Rana á FM1 við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:HER greiðir Jenis av Rana nærri frá maritima deplinum, sum skip úr øllum heiminum eftir ætlan skulu kunna brúka.










