Kreditmetingarfyritøkan Standard & Poor's hevur sett kreditvirðið hjá amerikanska statinum til AA+, og hetta er fyrstu ferð síðani 1917, at USA hevur mist ta bestu metingina, sum er AAA. Samstundis hevur Standard & Poor's boðað frá, at tað er vandi fyri, at amerikanska kreditvirðið minkar uppaftur meira.
Men USA kundi sloppið undan virðisminkingini, um Barack Obama, forseti, og Kongressin høvdu hækkað skuldarloftið eitt sindur fyrr, enn gjørt varð. Tað sigur John Chambers, sum er stjóri í metingarnevndini hjá Standard 6 Poor's, við sjónvarpið CNN. Forsetin og Kongressin samdust ikki endaliga fyrr enn tann 2. august, og tá var bara eitt samdøgur, til USA kundi fara í gjaldssteðg.









