Amerikanska heilivágsstýrð, FDA, hevur í dag góðkent koppingarevni móti covid-19 frá felagnum Pfizer/BioNTech.
Tað skriva tíðindastovurnar Reuterts og AFP.
Góðkenningin er til nýtslu av koppingarevninum til fólk yvir 16 ár.
Tað er tað fyrsta covid-19 koppingarevni, sum fær fulla góðkenning frá FDA.
Tá tað snýr seg um Pfizer-koppingartevnið til børn millum 12 og 15 ár, er koppingarevnið enn bert góðkent til neyðbrúk.
Koppingarevnið fekk fyribils góðkenning í desember í fjør.
Tað hevði við sær, at USA sum eitt av fyrstu londum í heiminum kundi fara undir at koppseta fólkið ímóti koronuvirus.
Higartil hava fleiri enn 200 milliónir amerikanarar sambært Reuters fingið koppingarevni frá Pfizer/BioNTech.
Ein nýggj smittubylgja fer í løtuni um landið.
Ein góð helvt av amerikanarum, umleið 51 prosent, eru liðugt koppsett.
Heilsumyndugleikarnir vænta, at fulla góðkenningin kann sannføra enn fleiri amerikanarar um, at koppingarevnið er trygt og effektivt.
Koppingarevnið frá Pfizer/BioNTech var eisini tað fyrsta, sum fekk treytaða marknaðarføringsgóðkenning í ES.
Tað var 21. desember í 2020, tá ES nevndin eftir tilmæli frá Evropiska Heilivágsráðnum (EMA) góðkendi tað.
Ein treytað marknaðarføringsgóðkenning verður latin fyri eitt ár. Tá myndugleikarnir hava fingið taðp avtalaðu dokumentatiónina, kann treytaða loyvið broytast til eina marknaðarføringsgóðkenning.
/ritzau/










