Ein 64 ára gamal amerikanari lat lív í gjár í einari rakettvanlukku, tá heimagjørda rakett hansara datt niður í oyðimørkini í Kalifornia stutt eftir fráferð.
"Mad" Mike Hughes, sum var kendur millum teirra, ið halda, at jørðin er fløt, hevði sett sær fyri at prógva, at jørðin ikki var in kúla. Tí hevði hann bygd sær eina rakett í garasjuni, ið skuldi fáa hann upp í hálvan annan kilometur upp í loft, hagani hann skuldi kanna, hvussu jørðin sá út úr erva.
Í privatari upptøku av rakettfráferðini sæst, at ein fallskýggi hongur eftir rakettini júst eftir fráferð, og at rakettin síðani flýgur skeivt upp í loft, áðrenn hon dettur til jarðar um 200 metrar frá rakettpallinum.
Mike Hughes hevði bygt fleiri rakettir fyrr, millum annað fyri fíggjarligan stuðul, ið hann fekk frá teimum, ið trúgva, at jørðin er fløt.
Undir undanfarnu rakettflúgving fekk Mike Hughes skaða í ryggin, tá rakettin við fallskýggja fall til jarðar aftur.