Er tað neyðugt at fara í kríggj við Iran fyri at forða landinum at fáa sær kjarnorkuvápn, er tað í lagi. Tað siga 58 prosent av teimum amerikanarunum, sum blaðið Washington Post og sjónvarpið ABC News hava spurt. 38 prosent av teimum spurdu siga nei.
Bæði USA og ES hava hert atfinningarnar at iransku stjórnini í seinastuni, tí hon sýtir fyri at lata altjóða kjarnorkustovnin fáa atgongd til landsins kjarnorkuverk.
Leiðarin hjá ST-vápnaeftirlitsmonnunum, sviin Hans Blix, heldur ikki, at ósemjan við Iran nýtist at enda í einum kríggi afturat. Á einum fundi í New York fyri stuttum segði hann, at ein eigur at hava trygdarviðurskiftini í økinum í huga, tá ein hyggur at hesum málinum.
-Lond sum Iran og Norðurkorea uppfata støðuna soleiðis, at tey kenna seg noydd at fáa sær kjarnorkuvápn. Tey kenna seg hótt, segði Hans Blix.
Men í USA eru tað amerikanararnir, sum kenna seg hóttar, so skjótt teir hoyra, at onnur lond umhugsa at fáa sær kjarnorkuvápn. Kanningin hjá Washington Post og ABC News vísir eisini, at teir flestu amerikanararnir taka undir við krígnum í Irak, sjálvt um tað skuldi víst seg, at Irak als ikki hevði nøkur hópoyðingarvápn, sum annars vóru høvuðsgrundgevingin fyri krígnum. Bara 23 prosent halda, at tað er neyðugt at finna hópoyðingarvápnini hjá Saddam hussein fyri at rættvísgera kríggið.
At kríggið hevur kostað umleið 230 amerikanskum og bretskum hermonnum lívið halda flestu amerikanararnir vera rímiligt.