Sambært Rumsfeld er talan um ein tilburð í januar mánað nærhendis býnum Kandahar har suðuri í Afghanistan.
Ráðharrin sigur, at amerikansku myndugleikarnir eru farnir at kanna, um teir 15 menninir, sum doyðu bumbuálopinum, vóru viðhaldsmenn hjá stjórnini hjá Hamid Karzai, ella teir vóru úr al-Qaeda ella Taliban.
Amerikanskir fjølmiðlar hava skrivað, at Washington hevur longu biðið afghansku stjórnina um umbering fyri álopið, tí talan var um hermenn, sum stuðlaðu stjórnina, men hesi tíðindini vil Donald Rumsfeld ikki gera viðmerkingar til. Hann sýtti tí eisini fyri at gera viðmerkingar til tíðindini í fjølmiðlunum um, at USA longu skal hava goldið endurgjald fyri mistakið. Kortini viðgekk ráðharrin, at Karzai tók spurningin um endurgjald upp, tá hann herfyri var í Washington.
Afghanskir tænastumenn hava fyrr upplýst, at eingin av teimum 15, sum doyðu í amerikanska loftálopinum, stuðlaði al-Qaeda ella Taliban. Embætismenninir hava tvørturímóti sagt, at menninir høvdu fingið boð um at sita á varðhaldi við eina fyrrverandi vápnagoymslu hjá Taliban.