Heimasíðan WorldCity hevur gjørt eitt yvirlit yvir samlaða uttanlandshandilin hjá USA í fjør, og talan er um eitt nýtt met.
Amerikanarar keyptu ella seldu fyri umleið 20 billiónir krónur – tað svarar til góðar 2 milliardir krónur um tíman í miðal.
Størsti handilspartnari hjá USA er Kanada, og nummar 2 er Kina. Fremsta norðurland er Svøríki, sum er nummar 34 á listanum.
Føroyar eru nummar 188 á listanum. Samlaði handilin millum Føroyar og USA var í fjør 175 milliónir krónur. Amerikumenn keyptu fyri slakar 93 milliónir krónur úr Føroyum, og føroyingar keyptu fyri 83 milliónir krónur úr USA.
Handilin millum Føroyar og USA vaks við heili 207,7 prosentum í 2008 samanborið við 2007.










