Altjóða viðurkendar mannagongdir og so Kjartan Hoydal

Formaðurin í Fiskiorkunevndini, Kjartan Hoydal, hevur í seinastuni verið frammi við eini røð av illa grundaðum álopum á Fiskirannsóknarstovuna og virki stovnsins. Kjartan Hoydal er vælkomin at hava sína hugsan um arbeiðið og úrslitini hjá Fiskirannsóknarstovuni, men neyðugt er at gera vart við, at stovnsmetingarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni á hvørjum ári verða góðskumettar av altjóða havransóknarfelagsskapinum ICES, har heimsins fremstu fiskifrøðingar eru savnaðir

Álopini frá Kjartani Hoydal taka sína byrjan hesuferð, tá ið Fiskiorkunevndin í mars bað um tøl frá Fiskirannsóknarstovuni eftir sama leisti, sum roknað varð eftir í 1995. Fiskirannsóknarstovan svaraði nevndini beinanvegin, at tað lat seg ikki gera. Fyrst og fremst vóru sambærilig hagtøl ikki til og í øðrum lagi var tað eitt so umfatandi arbeiði at fáa hagtølini til vega, at tað hevði kravt at Fiskirannsóknarstovan var noydd at leggja annað týðandi arbeiði niður, eitt nú stovnsmetingar og yvirlitstrolingar.

 

Formaðurin ger sína egnu frágreiðing

Men 6. juni 2008 letur Fiskiorkunevndin sína frágreiðing úr hondum. Frágreiðingin er ikki einmæld. Kjartan Hoydal er eftir øllum at døma ikki nøgdur við frágreiðingina, sum hann hevur havt ábyrgdina av at lata úr hondum.

17. juli 2008 letur hann eitt ískoyti til landstýrismannin í fiski- og tilfeingismálum, har hann sjálvur hevur roynt at rokna út støðuna í dag í mun til í 1996.

Tað stendur ikki greitt, um tað er nevndin, sum stendur aftanfyri ískoytinum, ella um tað er formaðurin sjálvur, sum skrivað hevur. Men í øllum førum er ískoyti fyrst og fremst eitt álop á Fiskirannsóknarstovuna, bygt á illa lýstar útrokningar.

Kjartan Hoydal kemur, um eg skilji frágreiðingina rætt, til at Fiskirannsóknarstovan í stóran mun hevur rætt, og serliga tá tað snýr seg um toskin. Men samstundis kemur Kjartan Hoydal til, at tað má verða tí, at tølini frá Fiskirannsóknarstovuni eru ov vánalig.

 

Altjóða góðskumettar stovnsmetingar

Høvuðsorsøkin til, at Fiskirannsóknarstovan velur at lata stovnsmetingarnar gera gjøgnum ICES, er at arbeiðið verður góðskumett av teimum fremstu fiskifrøðingunum í øllum ICES limalondunum, sum kritiskt gjøgnumganga stovnsmetingarnar, hvør hjá øðrum.

At Kjartan Hoydal heldur seg kunna gera arbeiði betur enn altjóða havrannsóknarstovnurin, er hann vælkomin til. Men altjóða trúvirði á, at tilmælini, sum Fiskirannsóknarstovan kemur við, eru góðskutryggjaði, er av størri tyngd, enn hvat Kjartan Hoydal heldur um Fiskirannsóknarstovuna, og hvussu hon skal arbeiða.

 

Fiskidagaskipanin má stillast eftir fortreytunum

Fiskidagaskipanin miðar eftir at fiska ein burðardyggan part av fiskastovnunum hvørt ári, og er tí einki øðrvísi enn ein kvotaskipan. Vit eiga tí at nýta hesa skipan út frá sínum fortreytum. Millum aðrar er hesin sannleiki, at býtið millum bólkarnar er broytt, at veiðibólkarnir eru broyttir, at veiðitøkni er broytt, og tí er alt annað líka eisini fiskiorkan vaksin munandi. Fiskirannsóknarstovan kann bert rokna út, hvussu stórur tann mest sannlíki fiskideyðin er, og hvussu hesin stendur í mun til tað, stovnurin ber. Og tað er tað, vit eftir førimuni gera.

 

Øll inntriv í fiskidagaskipanina, t.d. at loyva vøkstur í talum av línuskipum, loyva trolbátum at verða longdir, geva lemmatrolararnum hjáveiðikvotur o.s.frv., skeikla skipanina frá tí, hon var, og hon kemur ikki aftur til tað, um enn so roynt verður.

Ein og hvør sunn vinna vil og skal altíð gerast meira effektiv, og soleiðis eisini fiskivinnan. Um so ikki var, royndu vit enn við ongul og steini. Tá tilfeingið er avmarkað, er neyðugt, um vinnan skal verða sunn, at loyva effektivisering, men samstundis má samlaða veiðiorkan minkast tilsvarandi.

 

ICES tilmæli eftir føstum leisti

ICES ger tilmæli fyri ein hóp av fiskastovnum fyri alt ICES økið eftir meira ella mini føstum leisti.

Í hesum verður serliga hugt eftir, hvussu nógv er til av gýtingarførum fiski (gýtingarstovnurin) í mun til miðal, og útlitini fyri tilgongd og vøkstur.

Verður mett, at gýtingarstovnurin er so lítil, at vandi er fyri, at hann bert kann geva undir miðal í tilgongd, mælir ICES til, at fiskiskapurin eftir hesum stovni heldur uppat, ella verður so lítil sum praktiskt gjørligt. Er gýtingarstovnurin eitt sindur betur fyri, men tó lítil, og fiskiskapurin harðari enn stovnurin hevur tolt í miðal, verður mett, at støðan er vandamikil, og mælt verður til eina munandi minking av fiskiskapinum. Er stovnurin væl fyri og tilgongdin av ungum fiski rímulig, verður bert víst á, hvør fiskiskapur av stovninum er skilabestur.

Fiskirannsóknarstovan savnar á hvørjum ári tilfar til stovnsmetingar í ICES. Hetta er veiða í tali eftir aldri, miðalvektir eftir aldri, kynsbúning eftir aldri, yvirlitstrolingar við Magnus Heinason (vár og heyst), gróðurkanningar, yngulkanningar og magakanningar og mangt annað. Hetta tilfar verður nýt at meta um støðuna í stovnunum og útlitini.

 

Smáir gýtingarstovnar

Fyri toskastovnarnar undir Føroyum metir ICES í ár, at gýtingarstovnarnir eru minni enn ráðiligt, og mælir til at støðga, ella hava so lítlan fiskiskap, sum praktiskt gjørligt.

Fyri hýsu verður mett, at hóast gýtingarstovnurin er rímuliga væl fyri, so hevur tilgongdin av ungari hýsu til stovnin í fleiri ár verið vánalig. Vandi er tí fyri at gýtingarstovnurin, sjálvt við ongum fiskiskapi, skjótt kemur undir tað nøgd, sum skal til fyri at geva eina miðal tilgongd. Tí er tilmæli fyri hýsu frá ICES tað sama, sum fyri tosk.

Um upsa undir Føroyum metir ICES, at stovnurin er væl fyri, men at fiskiskapurin er í harðara lagi, og mælir til at hesin verður minkaður við 20%.

 

Út frá hesum tilmælum hevur Fiskirannsóknarstovan gjørt sítt tilmæli til Landsstýrismannin í tilfeingismálum. Hetta er nógv umrøtt seinastu vikurnar, og kann lesast á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni ( HYPERLINK "http://www.frs.fo" www.frs.fo).