Altjóða lóg er eisini lóg – og skal haldast – Rósa!

Fløvandi var at hoyra Rósu Samuelsen landsstýriskvinnu í Almannamálum í útvarpinum hjá KVF á middegi sunnudagin tosa um, at Føroyar nú máttu yvirhalda altjóða sáttmálan um rættindi teirra brekaðu.

Eftir at hava verið landsstýriskvinna í Almannamálum, síðani sáttmálin var samtyktur og kom í gildi, er landsstýriskvinnuni nú, nakrar vikur upp undir val, umráðandi at boða frá, at sáttmálin skal yvirhaldast.


Lítið til tað betra
Landsstýriskvinnan umbar seg við, at í hennara tíð sum landsstýriskvinna hevði alt snúð seg um sparingar. Tað er allarhelst rætt, nógv er spart, tá tað viðvíkir teimum ið bera brek, og eru umstøðurnar lítið batnaðar, ímeðan Rósa Samuelsen hevur sitið sum landsstýriskvinna. Tó skuldi tað ikki kravt alla verðina at orða ein brekpolitikk. Var landsstýriskvinnan byrja, tá sáttmálin kom í gildi heldur enn at bíða til nú beitt upp undir val, so var hann liðugur nú. Tí sum landsstýriskvinnan eisini segði, brekpolitikkurin eigur ikki liggja og bíða eftir løgtingsvali...


At senda til hoyringar neyvan nøktandi sambært sáttmálanum
Landsstýriskvinnan segði eisini, at orðaður verður nú ein politikkur um rættindini hjá teimum ið bera brek, sum síðani verður sendur til hoyringar hjá avvarðandi pørtum.
At landsstýriskvinnan fyrst fer at skriva politikkin uttanum MBF og síðani senda hann til hoyringar, er tekin um vantandi kunnleiki til innihaldi í sáttmálanum. Grein 4(3) ásetir, at londini hava skyldu til aktivt at inndraga tey ið bera brek, tá ætlanir sambært sáttmálanum skulu fremjast. Hetta var eisini leisturin, sum Jóannes Eidesgaard ið tá var løgmaður valdi at brúka at fyrireika gildiskomuna av sáttmálanum. Við orðunum "nothing about us without us" hevur ein týðandi partur av øllum arbeiðinum við sáttmálanum nevniliga snúð seg um, at tey ið bera brek og felagsskapir teirra aktivt skulu luttaka í fyrireikingunum av politikkum, reglum, lógum og øðrum.


Fari tí at mæla landsstýriskvinnuna til at fylgja sáttmálanum ið er altjóða lóg og seta arbeiðsbólk við umboðum fyri tey ið bera brek og umboð fyri politisku skipanina at fyrireika orðingar til almennan politikk. At senda til hoyringar, tá politikkurin er gjørdur, er neyvan í tráð við altjóða sáttmálan um rættindi teirra ið bera brek. Spell var, um staðfest bleiv í ST, at landsstýrið brýtur sáttmálan, ikki bara í so mongum dagligum førum – sum eittnú við manglandi fyriliti fyri teimum lesiveiku – men so sanniliga sjálvt tá ið vit fylgja upp sáttmálanum um rættindi teirra ið bera brek.


Vert er eisini at minna á, at Løgtingið hevur samtykt, at vit skulu hava virknar eftirlitisskipanir viðvíkjandi sáttmálanum. Landsstýrið eigur at fylgja hesum upp, heldur enn at fara undir tilgongdir, sum kortini ikki verða lidnar fyrrenn valstríðið hjá landsstýrinum er av.