Altjóða flogvøllur í Føroyum sum skjótast

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, er ikki í iva: -Ráddi eg einsamallur fyri borgum, hevði ein nýggjur flogvøllur fingið fremstu raðfesting Hetta sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum við Vinnuvitan. Hann leggur aftrat, at skal ein flogvøllur í Føroyum lúka krøv til tunga ferðslu, kann hesin bara liggja á Glyvursnesi.

- Einans har ber til at byggja flogvøll, sum er 2700 metrar langur.

Hann heldur, at hóast ein nýggjur flogvøllur eigur at koma sum skjótast, noyðist hann at boyggja seg fyri serkunnleikanum um at neyðugt er við veðurmátingum í tvey ár afturat.

? Neyðugt er tí at útbyggja flogvøllin í Vágum fyrst, sigur landsstýrismaðurin.

Hann staðfestir, at tær 365 miljónir krónurnar úr Íleggingargrunninum eru markaðar til flogvøllin í Vágum.

Bjarni Djurholm heldur, at raðfestingin av einum nýggjum flogvølli eigur at koma fram um undirsjóvartunlar.

- Serkunnleikin er komin við tilmæli um at gera nýggjar veðurmátingar á teimum báðum best egnaðu støðunum, sum eru Søltuvík á Sandoynni og Glyvursnes í Suðurstreymi.

Landsstýrismaðurin ásannar, at Glyvursnes er einasta staðið í Føroyum, har ein flogvøllur kann byggjast, sum er út við 3000 metrar langur.

- Hetta staðfesta eisini kanningarnar, sum norska fyritøkan Asplan Viak hevur gjørt, sigur Bjarni Djurholm í samrøðu við Vinnuvitan.