Altjóða bygdin nærkast teimum innføddu

Hvíti maðurin hevur ofta verið orsøk til at mentanir hava gingið til grundar. Tíbetur ger medvitið hjá summum, sum nú koma í samband við tey innføddu, at nógv verður gjørt fyri at varðveita sum mest av tí, sum ikki er til skaða fyri tey innføddu. Millum annað hetta sigur Jóannes Hansen í hesum triðja partinum av hugleiðinum, hann festi á blað, tá hann í jólafrítíðini ? saman við konu og báðum døtrunum ? vitjaði Símin í Túni og hansara familju. Tey eru trúboðarar í frumskóginum í Venezuela, har tey í trúboðarafelagsskapinum New Tribes Mission arbeiða millum yanoami indianararnar

Fyrrapartin 2. jóladag fingu vit vitjan av Enrique. Hann kom við lutunum, sum hann fyri meiri enn tveimum vikum síðani hevði lovað at gjørt okkum. Ein av fyrstu døgunum, vit vóru her, vitjaðu vit í fleiri av bygdunum, sum liggja her rundanum, fyri at siggja, hvussu tey liva og virka. Millum aðrar hittu vit Enrique. Hann er onkustaðni miðskeiðis í fimti árunum - hvørki hann ella hini vita, hvussu gomul tey eru - og hann er nógv virdur. Hvussu hann upprunaliga eitur, eru tað fá, sum vita, tí primitiva religiónin bannar teimum at nýta navnið. Gera teir tað alíkavæl, so er deyðin vísur, ella onkur onnur vanlukka rakar teir. Tað hava teir lært.

At Enrique og nógvir aðrir hava sponsk nøvn kemst av, at tá hvítu menninir komu inn higar fyri gott og væl tríati árum síðani, vildu teir innføddu so ógvuliga fegnir hava navn, og so settu teir hvítu sponsk nøvn á teir. Onkrir føroyingar hava áður verið her, og tað sæst m.a. aftur í, at nøvn, sum hava verið vanlig í Føroyum, liva í frumskóginum. Indianararnir eru ikki skrásettir nakra staðni uttan hjá trúboðarunum, sum royna at fylgja við í, hvussu tað gongur við fólkamenningini, og tað stendur teimum tískil frítt fyri at brúka tey nøvnini, sum teir hava hug til. Her er eingin navnanevnd, sum hevur til uppgávu at góðtaka og kolldøma, og tað hevur við sær, at onkur nøvn, sum teir hava fingið íblástur til úr Føroyum, liva sítt fríska lív í frumskóginum, meðan tað ikki longur er loyvt at brúka hesi í Føroyum!

Enrique og brøður hansara búgva í einum shabon, og har hava teir mammu sína búgvandi. Nakrar fáar hundrað metrar frá teimum búgva fleiri hálvbeiggjar hjá honum. Mamman er eftir alini hjá teimum innføddu avgomul, og hon eigur hálvt annað hundrað eftirkomarar ? á lívi. At Enrique hevur ábyrgdina av henni er við til at geva honum serligan status. Ikki soleiðis at skilja, at hann er nakar høvdingur, tí tann skipanin er ókend her á leiðum, men heldur at hini í familjuni koma vit mati og øðrum, sum tað annars hevði verið stríggið at fáa til vega.

Hann var í góðum hýri henda dagin, og vit prátaðu um at búgva í

einum landi, sum eingi trø hevur, og sum viðhvørt hevur nógvan kava. Hann

spurdi, og vit spurdu, og hann svaraði, og vit royndu at svara. Jú, hann hevði verið í Caracas, og har vóru eingi trø, visti hann at siga okkum, men kava hevði hann ikki sæð og spurdi, um vit ikki vóru noydd at ganga í nógvum klæðum. Vit játtaðu og undraðust mest á, hvussu hesin spekti villmaðurin kundi hava verið í stórbýarmeldrinum í tí siviliseraða høvuðsstaðnum.

Enrique hevði verið nógv tyngdur av sorg hesa síðstu tíðina. Fyri tveimum mánaðum síðani doyði beiggi hansara av tuberklum. Teir

høvdu sett seg í heilan, og so gjørdist einki, sjálvt um teir við flúgvara fluttu hann á sjúkrahús i sivilisationina. Eftir sat einkja við einari rúgvu av børnum, og nú er tað uppgávan hjá Enrique og hinum í familjuni at syrgja fyri henni, inntil dreingirnir eru komnir fyri seg og genturnar burturgiftar.

Tá jørðisku restirnar eftir hin deyða komu innaftur við flúgvaranum, settu teir børuna á flogvøllin, tóku líkið og løgdu tað í heingikoyggjuna, sum tann deyði hevði átt, og so bóru teir hann tann góða fjórðingin niðan í bygdina, og har brendu teir hann og stroyddu øskuna á plássinum, sum húsini eru bygd rundanum. Í vikuni undan jólum høvdu teir minningarhald fyri ti deyða. Vinir og familja komu aðrastaðni frá ? vit møttu einum, sum hevði gingið í tríggjar dagar ? tey savnaðu eina rúgvu av juggarótum, sum tey gjørdu kasavebreyð burturúr, og so ótu og grótu tey í ein heilan dag. Ein av maskinunum, sum myndugleikarnir undan valinum sendu inn higar, var brúkt at mala røturnar við, men tí høvdu teir trupulleikar við. Tøknfrøðin spældi teimum eitt puss, og tað var ikki so undarligt.


Deyðin skuldi

altíð hevnast

Sum hjá so mongum øðrum, so er deyðin framvegis síðsti figgindin hjá teimum innføddu, men avleiðingarnar av deyðanum fyri tey, sum liva eftir, eru fyri einki at rokna nú, afturímóti tí, tær vóru, tá tey vóru bundin av andatrúgv.

Summar ættir eru framvegis bundnar av hesum, og hetta hevur framvegis í ávísan mun tak á teimum, sum búgva her, men so langt í frá á sama hátt, sum tað hevði inntil fyri ikki so mongum árum síðani. Tá var tað altíð onkur, sum var orsøk til deyðan. Tað var uppgávan hjá heksadoktaranum ella shamaninum í bygdini at finna fram til, hvør tann seki var. Hann segði seg brúka andarnar at hjálpa sær, og tá hann í andanum hevði verið á rundferð í økinum og sæð, hvør var orsøkin til sorgina og deyðan, so ráddi um at taka lívið av tí seka.

Óneyðugt er at siga, at hetta hevði við sær, at fólkið livdi í ótta alla lívstíð sína. Tey vóru bangin fyri andunum, tey litu ikki á grannar og tey, sum annars vórðu roknaði fyri vinir, og fíggindarnir kundu altíð koma og gera um seg, tí tey høvdu funnið fram til, hvør var orsøk til sjúku og deyða í teirra familju.

Millum tað, sum Enrique hevði við til okkara, var eitt vápn, sum hann segði hevði verið brúkt í slíkum bardøgum, og hann eigur at vita, hvat hann tosar um, tí tað var leingi eftir, at hann var vorðin tilkomin maður, at bardagar og dráp av hesum slagnum vóru millum bygdir.

Tað eru 23 ár síðani, at Símin í Túni kom inn til hesi fólkini at búgva, og síðani tá er tað meiri enn so komið fyri, at kríggj og dráp hava verið millum teir innføddu, sum hava givið hvørjum øðrum skuldina fyri neyð og deyða, men nú eru tað nøkur ár síðani, at tað varð hildið uppat við hesum. Andatrúgvin og tað, sum hongur uppií, hava ikki sama fastatøkur, sum tey høvdu áður, og tað er einki at ivast í, at tað kemst av tí, sum er borið teimum við sivilisatiónini. Men sumt hongur uppií.


Reika og ferðast

Enrique segði okkum annars, at veiðumenninir, sum høvdu verið langt og leingi burtur, ikki høvdu fingið nakað serligt, og at lítið fólk er heima hesa ársins tíðina. Fyrst í turrtíðini flyta nógv út í fjarskotnu urtagarðarnar at arbeiða. Tey fáa sær okkurt til tak yvir høvdið, og so brúka tey tíðina til at fáa nakað av skafti, í staðin fyri at brúka hana til at ganga aftur og fram í.

Framleiðslumynstrið er, at tey hesa tíðina av árinum fella skógin, so brenna tey hann av fyri at fáa føðsluevni til jørðina burturúr trøunum, og áðrenn regntíðin kemur, planta tey serliga bananir og juggarøtur. Bananirnar vaksa ikki so væl, sum tær áður hava gjørt, tí jørðin í hesum økinum er so týnd. Juggarøturnar vaksa væl, og teir hava gjørt meiri og meiri við at dýrka tær, men trupulleikin er, at rótin inniheldur nógv stívilsi, men lítið og einki av føðsluevnum. Tá regntíðin kemur, flyta tey til hús aftur, og fram móti endanum á regntíðini, tá tey eru liðug at heysta, hava tey meiri at eta og størri goymslir, enn tey hava aðrar tíðir av árinum.


Medvitið hevur

stóran týdning

Prátið vid Enrique er liðugt, og hann fer til hús aftur. Vit rindaðu honum fyri lutirnar, hann hevði gjørt okkum. Tá vit spurdu, hvussu nógv hann vildi hava, var svarið, at tað vistu vit betri enn hann. Hetta er so eyðkent fyri yanoamiindianararnar. Teirra hugburður er, at nabairnir, sum merkir teir fremmandu (yanoami merkir fólk), vita best, og tað er sjálvsagt vandamikið

at vera so undirbrotligur yvir fyri ti, sum er fremmant og hevur verið ókent. Ikki sørt at føroyingurin kennist aftur í hesum hugburðinum.

Tá Enrique fer fra okkum, stingur hugsanin seg upp, hvussu tað

fer at gangast hesum innføddu, tá tey av álvara verða drigin inn í sivilisatiónina. Umstøðurnar at sita uttanfyri og hugsa um hetta eru góðar. Slættin, sum vit halda til á, er eins langt yvir havinum, sum Slættaratindur. Hetta ger, at hóast vit eru heilt stutt fra linjuni, so fer hitin sjáldan upp um triatifimm stig, og hann fer næstan ongantíð niður um tjúgu stig. Meðan vit hava verið her, hevur hann verið millum 25 og 30 stig.

Ein stórur spurningur er, hvussu tað fer at vera við mentanini hjá teimum innføddu. Nú á døgum verður mentan ofta fatað sum virðir, normar, fatanir av skipanum og eyðkenni. Nógv av mentanini er so sjálvsgat, at tað er ikki fyrrenn tú møtir øðrum mentanum, at medvitið um tína egnu mentan verður kveikt. Í søguni eru nógv dømi um fólk og fólkasløg, sum fóru um koll, tí tey vórðu tikin av fótum av fremmanda fólki, sum troðkaði seg inn á tey. Eisini á hesum leiðum, sum vit eru á nú. Tak t.d. aztekarnar, hetta mexikanska mentunarfólkið, sum var so frammarlaga á so nógvum økjum, men varð tikið av fótum og so dyggiliga gekk til grundar, tá spaniumenn stutt eftir at hvíti maðurin var komin til Amerika, í blóðugum bardøgum gjørdu av við teir. Og tað eru mangar frásagnir um, hvussu trongskygdir hvítir menn hava verið, tá teir møttu teimum innføddu. Eisini teir, sum hildu seg fara við góðum boðskapi, hava verið við til at ávirka skeiva vegin ? ofta tí teir vistu ikki betur.

Føroyingarnir, sum vit vitja í frumskóginum í Venezuela, og felagsskapurin, sum tey arbeiða í, vita um mistøk í farnari tíð. Tey leggja seg nógv eftir ikki at órógva mentanina hjá teimum innføddu meiri, enn tað er neyðugt. At teir innføddu koma í hóslag við hvíta mannin ber í sær sjálvum stórar broytingar við sær. Og at hvítu fólkini hava sum mál við síni nærveru her at bera teimum boð um ein Gud, sum tey ikki hava hoyrt um áður og ynskja, at tey innføddu geva seg yvir til hansara og sleppa tí, tey áður hava livað undir, hevur stórt árin. Trúgv og trúarlív hevur altíð verið ein av grundstuðlunum undir mentanum.


Mentunarskelkir valdast

Men spuringurin er, hvussu framtíðin hjá teimum innføddu fer at laga seg. Tað hevði verið best, um indianararnir - við ábótum sum kunnu vera við til at skapa trivna í lokalu samfeløgunum í staðin fyri at draga tey innføddu burturúr ti, tey eru von við - høvdu havt møguleika at liva í síni egnu mentan, men soleiðis verður tað ikki. Tað er bara ein spurningur um, hvussu skjótt tey verða drigin inn i siviliseraða meldurin.

Undan jólum var boðskapurin úr frumskóginum, at her hava vit kent okkum avskorin frá tíðindaflutningi í bløðum og sjónvarpi, og at vit hava email yvir radio men einki internet. Kortini sigla satelittarnir omanfyri okkum, og at tað tøknfrøðisliga er møguleiki fyri at knýta indianararnar í altjóða samfelagið sást á parabolinum, sum hernaðarstøðin hevur.

At talan fer at vera um mentunarskelk, tá indianararnir fáa lætta atgongd til umheimin, ella tá umheimurin fer at treingja seg uppaftur nærri inn á teir, er einki at ivast í. Men tað er so ymiskt, hvat vit skilja við hugtakið mentunarskelk.

Á veg yvir higar møttu vit einari havnarkonu í Kastrup. Hon býr, har hon var barnføtt, men hon hevur ferðast nógv og búð uttanlands í fleiri ár.

Tá vit spurdu hana, hvar hon fór at halda jól, svaraði hon, at tað fór hon sjálvandi at gera í Havnini. Og so greiddi hon okkum frá, at fyri hana kendist tað sum ein mentunarskelkur, tá hon fyri umleið tríati árum síðani sum nýgift fór út á bygd at halda jól saman við manninum, verforeldrunum og teimum, sum tey har í bygdini komu saman við.

Kanningar í Havnini, Sandoynni og Eysturoynni fyri nøkrum árum síðani vístu, at tað er ikki so heilt lítil munur á virðum, normum, fatanum og eyðkennum ymsa staðni í Føroyum, men tá tað verður tosað um mentunarskelkir hjá havnarfólki, sum fara út á bygd, so er tað at leggja annan týdning í hugtakið, enn tað er, tá eitt primitivt fólkaslag hittir siviliseraða heimin ? so mikið haldi eg meg kenna havnarfólk!

Fyri okkum kennist tað undarligt at vera í jólafrí í frumskóginum, men vit kunnu ikki heilt tosa um ein mentunarskelk, tí vit kenna tað sum um vit vóru væl fyrireikað til ferðina. Vit hava í nógv ár hoyrt, sæð og lisið ikki heilt einki um lívið og umstøðurnar her. Tí er hetta ikki heilt ókent, og ti eru vit ikki skelkað, sjálvt um mentanirnar eru heilt ymiskar.

Men spurningurin er, hvussu tað verður hjá teimum innføddu, tá sivilisatiónin við sínum góðum og lítum og við fullari ferð fer at treingja ígjøgnum til indianararnar og teirra eftir ?hvíta mansins metingum ? lægri mentan. Royndirnar siga okkum, at avleiðingarnar av skelkinum oftast hava verið, at órógvaða mentanin so at siga bara verður varðveitt í akvarium.


Altjóða bygdasamfelagið

Nú er tað so ymiskt, hvussu tætt ymsu indianarasamfeløgini liva upp at sivilisationi. Teir, sum vit hava møtt, eru nógv tættari hvíta manninum enn aðrir indianarar, sum ikki búgva so langt hiðani. Hesir eru so at siga púra primitivir og summir teirra hava ongantíð sæð hvít fólk. Men at tøknfrøðin og nýggju mátarnir at samskifta uppá ikki eru so langt burturi, eru royndirnar hjá okkum í sambandi við greinarnar, sum eru sendar hiðani úr frumskóginum í Venezuela og til Sosialin, dømi um. Greinin, sum stóð í blaðnum tollaksmessudag, fór í emailin tíðliga seinnapartin 21. desember.

Blaðið varð prentað seinnapartin dagin eftir, og samstundis vórðu greinarnar í blaðnum lagdar út a Internet Sosialin. Hetta sama kvøldið fingu vit ein email frá einum føroyskum pari, sum býr í USA. Tey søgdu, at tey høvdu lisið greinina um jólini á ytsta enda jarðarinnar. Hetta søgdu tey okkum, áðrenn haldararnir av Sosialinum heima í Føroyum høvdu fingið jólablaðið. So ytsti endi jarðarinnar er kortini ikki so langt burtur. Spurningurin er so, nær teir innføddu fara at verða drignir uppi altjóða samfelagið ? summi kalla tað altjóða bygdasamfelagið ? og hvussu hetta fer at ávirka teirra mentan og teirra samleika.

Tankarnir detta aftur á teir, sum næstsíðsta leygardag vórðu umrøddir fyri at ganga so høgt uppí at bera jólatorv. Hetta var vanligt fram til krígslok og í summum bygdum helt hesin siðurin sær fram uppaftur longri. Teir, sum minnast hetta og sum nú eru komnir til pensiónsaldur og eru eldri enn tað, kunnu skriva undir uppá, at tað hevur gingið skjótt hjá okkum ? ikki minst tá tað snýr seg um at samskifta. Hevði onkur tá sagt teimum, at síðst í nítiárunum fór tað at bera til at sita i frumskóginum í Venezuela og skriva jóla- og nýggjársheilsanir, og so at siga at seta tær beinleiðis i Sosialin, so høvdu teir neyvan hildið tey, sum søgdu so, vera við seg sjálvi. Síðani tá er føroyska mentanin broytt, men vit kenna okkum framvegis sum føroyingar og knýta okkum at tí og elska tað, sum er føroyskt ? ella gera vit? Vit eru í hvussu so er ikki goymd í ?akvarium?.

Spurningurin er, um indianararnir í frumskóginum í Venezuela, eftir at ein fjórðingsøld er farin av komandi ár túsund, fara at kenna seg sum yanoami ella fólkið, og hini sum naba ella tey fremmandu, ella um søgan um frumskógarfólkini í Amazon økinum bara verður søga og ikki veruleiki. Hvussu tað fer at gangast við hesum velst millum annað um medvitið og handalagið hjá hvíta manninum.