Altingslimur í Norðurlandahúsinum

?Hvussu upplivir ein politikari bankaskrædlið inni í tinginum og uttanífrá.? er heitið á fyrilestri, sum íslendska Siv Friðleifsdóttir heldur í Norðurlandahúsinum mikudagin. Fyrilesturin verður klokkan 19, og her fer Siv millum annað at seta fokus á, hvussu djúpa kreppan hevur ávirkað íslendska samfelagið. Og allar broytingar eru ikki til tað verra.

Krónan er viknað, so nógv ferðafólk koma. Fiskurin kostar minni uttanlands, so meira verður útflutt. Fólk spara á skilagóðan hátt, binda troyggjur, heinta ber og ferðast í egnum landi í staðin fyri at fara av landinum.

Sum so ofta verður sagt: einki er so ringt, at ikki okkurt gott spyrst burturúr.

Fyrilesturin, sum er almennur og á norskum, verður í Norðurlandahúsinum. Norrøna Felagið i Føroyum skipar fyri.

Siv er í Framsóknarflokkinum, sum stjórnaði Íslandi saman við Sjálvstæðisflokkinum, tá bankarnir fóru á heysin og tóku við sær íslendska samfelagið.

Í fyrilestrinum fer hon at greiða frá, hví tað endaði so galið í Íslandi. Hvussu stjórnin, altingið og ikki minst fólkið svaraðu aftur.

Altingið setti eina kanningarnevnd, sum er um at vera liðug. Harafturat er norski-franski løgfrøðingurin Eva Joly sett at vera kanningarleiðari.

Siv fer eisini at vísa myndir, sum hon tók innan úr altinginum, tá kassirollukollveltingin feldi stjórnina í januar-februar í fjør. Hon fer at greiða frá engum royndum av, hvussu tað var, tá fólkið leyp á tjóðartingið.

Siv Friðleifsdóttir fer eisini at tosa um fólkaatkvøðuna um Icesavelógina.