Í mun til stoltu fótbóltssøguna hjá onglendingum, eru lutfalsliga fáir stórspælarar produseraðir í Onglandi seinastu nógvu árini. Heldur eru tað útlendskir leikarar sum eru avgerandi, og sum teljast millum størstu profilarnar í Premier League.
Hetta hevur eisini gjørt at atfinningarnar móti ungdómsarbeiðinum í ensku feløgunum hevur verið stórt seinastu árini.
Tað er langtsíðani at nakað felag í Premier League stillaði upp við 11 onglendarum í byrjunaruppstilingini. Faktiskt er tað í dag akkurát 17 ár síðani at eitt enskt lið í Premier League stillaði við 11 onglendarum í uppstillingini.
Sambært hagtalssíðuni, Opta, stillaði Aston Villa fyri 17 árum síðani upp við 11 onglendarum í uppstillingini. Tá stillaði Aston Villa upp við hesum liðnum: Michael Oakes, Steve Watson, Gareth Southgate, Riccardo Scimeca, Alan Wright, Lee Hendrie, Ian Taylor, Paul Merson, Simon Grayson,Juliam Joachim og Dion Dublin.
Sum gongdin er nú í ensku Premier League, bendir nógv á, at Aston Villa leingi kemur at sita við metinum fyri seinast at hava stilla við 11 onglendarum í uppstillingini.