Áðrenn oljuvinnan fer av bakkastokki, er alneyðugt at føroysku myndugleikarnir eru tilreiðar við eini tilbúgvingarætlan. Hetta skuldi vera avrátt á samgongufundi fyrr í dag, men úrslitið av hesum fundi var okkum ikki greitt áðrenn evstamark.
Jørgen Niclasen segði við Sosialin í gjár, at um hansara loysn ikki vann frama í samgonguni, so fór hann at royna aðrar loysnir beinanvegin, tí hann vil undir ongum umstøðum hava, at oljuboringin verður útsett við einum ári. Tað verður úrslitið, um ein tilbúgvingarætlan ikki verður klár fyri 1. apríl í ár.
Jørgen Niclasen leggur upp til, at Telegrafstøðin verður keypt, og har verður tilbúgvingin samskipað. Hon skal vera kunna at taka sær av vanlukkum, sum kunnu standast í oljuvinnuni. Óvist er, at um henda ætlanin fær undirtøku í samgonguni.
Jesper Dinesen, leiðari á Fæøernes Kommando, sum umsitur MRCC-støðina í løtuni, metir, talan er um nakrar vikur, áðrenn teir kunnu vera klárir við eini slíkari tilbúgvingarskipan, sum tørvur er á til oljuvinnuna.
Hann leggur tó áherðslu á, at hann við hesum ikki leggur seg úti kjakið um, hvussu tilbúgvingin skal skipast í Føroyum. Hann sigur eisini, at teir skulu hava boð frá myndugleikunum í Danmark, um teir skulu fremja hetta í verki.
Tørvur verður á betri útgerð, um Færøernes Kommando eisini skal hava tilbúgving í oljuvinnuni um hendi, men um boð eru eftir teimum, so hevði tað bara tikið teimum nakrar vikur, til tað hevði verið klárt.
Sitandi samgonga er tó einki fyri at lata danir um tilbúgvingina, og allir flokkar mæla til eina føroyska loysn, men eru ikki á einum máli um, hvussu henda skal fremjast.
Um semja ikki finst í samgonguni um eina føroyska tilbúgvingarætlan, so kann Jørgen Niclasen dúva uppá Marinustøðina.