Vit liva í eini tíð, har vit eru blivin klókari. Vit vita betur. Vit læra skjótari. Tey, sum vita, eru meira sannførandi, enn tey plagdu at verða. Og vit taka tey fyri fult. Tí er lítil ivi longur um, hvat vit skulu gera. Hvat vit skulu eta. Hvussu vit skulu eta. Hvat vit ikki skulu drekka. Hvat vit skulu gera. Og hvussu vit skulu liva.
Seks fruktir um dagin, fleiri grovar breyðflísar, nógv grønmeti, og so sært tú beint inn í lovaða landið. Og megnar tú so eisini at droppa allar feitar sakir og søtar freistingar, drekkur vatn og rørir teg ein hálvan tíma um dagin, ert tú næstan fullkomin sum menniskjað og persónur.
Hetta er tann nýggja sektin – tað sokallaða heilsugóða lívið - heilsusektin. Renniklæðini eru uniformurin. Høg bananføring er merkið. Og ein rá gularót er svarið.
Nógv av okkum hava uttan iva brúk fyri einum uppsangi, støðugari áminning og góðum ráðum um kost og lívsførslu – ikki minst í einum samfelagi við sjúkligari kakumentan. Men í løtum tykist tað – sum við so nógvum tingum ígjøgnum allar tíðir – at fólk hava hug at yvirdríva. Fara ov langt. Blíva so korrekt, at tað er við at verða ókorrekt.
Verða góð ráð og ráðgevingar tikin fyri fult og fylgd fult og heilt, endar tað sjáldan gott. Onkunstaðni mugu vit brúka okkara egna sunna skil og taka til okkum bestu ráðini, sum nakar nakrantíð hevur givið – alt við máta!
Tíbetur hoyrast eisini røddir, sum í hesum kostárinum, mæla til, at vit við hvørt falla fyri freistingini við góðari samvitsku. At vit onkuntíð loyva okkum tann góða dropan, ta feitu sósuna, tað salta junkið og tað søta góðgætið.
Og soleiðis skal tað verða. Eitt heilsugott lív snýr seg eisini um onkuntíð at loyva sær tað, sum ikki er loyvt. Og onkur má sláa eitt slag fyri freistingunum og fallinum. Hava vit onkuntíð hug til nakrar flísar av turrari grind, so eta! Hevði ein pizza onkuntíð komið væl við á miðjari nátt, so ger tað! Kundi tú hugsað tær ein cola ein seinnapart mikudag, so drekk!
Men alt við máta – bæði tað góða og tað minni góða.